Tvey 10 ára gomul børn eru millum tey særdu eftir ein skottilburð á einum tiltaki í New Orleans í sambandi við mammudagin í gjár.
Samanlagt vórðu 19 fólk særd av skotum, men løgreglan heldur, at eingin av teimum er í lívsvanda.
Enn er ikki greitt, hvør framdi skjótingina, men løgreglan sigur, at tríggir persónar eru sæddir rýma frá økinum eftir tilburðin. Løgreglan hevur lovað finningarløn til tey, sum kunnu geva upplýsingar um hesar persónar.
Samveldisløgreglan FBI heldur ikki, at talan er um yvirgangsatsókn.