Í morgun klokkan 11.15 hittust næmingar, foreldur og lærarar í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Tað er fyrsti skúladagur á ítróttarháskúlanum í Vági.
Guðmundur Joensen, skúlastjóri, beyð vælkomin, og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági helt røðu. Síðani varð farið til borðs.
Eftir eitt ábit fór Petur Gotfredsson í smátturnar við næmingum og foreldrum – á skránni var innkvartering og kunning.
Eftir tað var farið vestur á ítróttarøkið á Vágseiði til ymsar skemtiligar kappingar.
Klokkan 15 hittust øll aftur í Stóra Pakkhúsi til kaffi og ábit – og har søgdu foreldur farvæl og 19 vónríkir næmingar byrja nú fyrsta skúlaskeiðið í nýggja ítróttarháskúlanum í Vági.