Føroyar og Andorra í Klaksvík: 2-2

Tað endaði við javnleiki í Klaksvík í U-21 dystinum millum Føroyar og Andorra

 

Hóast Føroyar høvdu eitt áhaldandi trýst í seinna hálvleiki, so endaðist ikki at vinna dystin.

Føroyar komu á odda við brotssparki, sum Jørgin Nielsen setti í máliði í 13. minutti. Í 22. minutti javnaði Andorra við máli, sum Gerhard Sola setti í málið.

Eftir hálvleiksstøðuna 1-1 var tað Andorra, sum legði seg á odda í 58. minutti við máli, sum Guillem Acosta setti í málið. Men í 74. minutti legði Jørgen Nielsen innfyri, og so kundi Gutti Dalh-Olsen seta bóltin í málið til 2-2.

Síðani var eitt áhaldandi føroyskt trýst, men tað gekk ikki, og fyrsti dysturin í hesum EM endaspælinum hjá U-21 monnunum endaði 2-2.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##