20 ár síðani løgmaður varð skírdur danskur leigusveinur

Løgmaður er danskur leigusveinur: Í dag fyri júst 20 árum síðani borðreiddi Sosialurin við Tórbjørn Jacobsen, mentamálaráðharra, á forsíðini, har hann skírdi Anfinn Kallsberg, løgmann at vera ein danskan leigusvein.

 

Tað skapti mikið rumbul, tá Sosialurin tann 22. november í 2000 (sum kom á gøtuna seinnapartin 21. november) hevði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, á forsíðuni, har hann skírdi Anfinn Kallsberg, løgmann, at vera ein danskan leigusvein.

Orsøkin til rumblið var, at Tórbjørn Jacobsen hevði avtikið grundlógardagin sum frídag í fólkaskúlanum og givið skúlunum frí altjóða arbeiðaradagin, 1. mai, í staðin fyri.

Hetta vildi Anfinn Kallsberg, løgmaður úr Fólkaflokkinum, ikki hoyra talan um og gav landsstýrismanninum boð um at broyta hetta aftur til tað gamla.

Tí kom illsinnisgelpsið frá Tórbjørn Jacobsen í Sosialinum.

Tað var tíðindamaðurin John Johannessen, ið hevði gjørt samrøðuna við landsstýrismannin og løgmann.

Men tað var eftirspælið av orrustuni, sum redaktiónin á Sosialinum minnast best. Tá tey bóðu løgmann um viðmerking til útsøgnina hjá landsstýrismanninum, fór alt maskinaríið í gongd.

Tórbjørn Jaocbsen kom út á redaktiónina hjá Sosialinum á Argjum, har hann læs greinina - og váttaði, at hann hevði sagt tað, hann varð endurgivin fyri at siga.

Har vóru 'no hard feelings' frá landsstýrismanninum, sum segði, at nú bíðaði honum ein uppsøgn á borðinum í Mentamálaráðnum, tá hann kom niðanaftur. Tað harmaði redaktiónina á Sosialinum, har tey stóðu eftir við ringari samvitsku, tí tey høvdu spilt politisku framtíðina hjá hesum dámliga mentamálaráðharra, sum var sera eyðmjúkur við fólkini á redaktiónini hendan dagin, sum hann segði einki skeivt høvdu gjørt. Blaðið varð prentað, so tað var ikki so nógv at gera við tað.

Men tað sum var farið fram hóvaði ikki leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum. Høgni Hoydal ringdi fleiri ferðir á Sosialin og júkaði um at steðga útgávuni av blaðnum. Men tað bar ikki til, tí blaðið var farið til prentingar.

Men tað gav ein hvøkk á redaktiónin á Sosialinum, tá eitt tíðindaskriv einar tveir tímar seinni kom við telefaksinum, undirskrivað av Tórbjørn Jacobsen og sent frá faksinum hjá Høgna Hoydal, har hann avsannaði alt, hann varð endurgivin fyri at siga. Alt var íspinn hjá Sosialinum, segði hann.

##med3##

Tíbetur hevði blaðmaðurin bandað samrøðuna. Sjónvarpið spurdi kvøldið eftir Tórbjørn Jacobsen, um tað veruliga var ein lygisøga, sum Sosialinum borðreiddi við.

Tað váttaði mentamálaráðharrin. Alt var tað bera íspinn hjá Sosialinum, hann kundi ikki funnið uppá at kalla Anfinn Kallsberg ein danskan leigusvein.

Síðani spældi sjónvarpið bandupptøkuna – og Tórbjørn stóð sum hevði hann bitið í lort – avdúkaður fyri at lúgva alment fyri opnum skíggja, tá orðini um danska leigusveinin brølaðu úr bandupptakaranum.

Seinni hevur Tórbjørn Jacobsen sagt, at tíðindaskrivið varð skrivað upp á nakkan á sær fyri at bjarga samgonguni – sum tað eisini gjørdi.

Tað er einki at ivast í, at nógv stóð upp á spæl hjá Tjóðveldisflokkinum um hetta mundið. Hetta var áðrenn fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina kollsigldu, so tað hevði passað Tjóðveldisflokkinum illa, at eitt stríð um børnini skuldu hava frí 1. mai í staðin fyri danska grundlógardagin skuldi fella søguligu fullveldissamgonguna – og søguliga møguleikan hjá Tjóveldisflokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum at loysa Føroyar úr danska ríkinum.

Men so galið bleiv tað ikki – tí ein lygn um Sosialin blíðkaði løgmann, sum helst var kølnaður aftur, tá sannleikin alment varð avdúkaður í Degi og Viku tveir dagar seinni – men fullveldið er tó framvegis ikki í eygsjón...

---

Her eru greinarnar um málið, sum vórðu prentaðar í Sosialinum 21. november í 2000:

 

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður:

Løgmaður er danskur leigusveinur

##med2##

AlbendiaTórbjørJacobseikki verðudrgvuí landsstýrissessinum. Løgmaðustaðfestirahann hevubrotið landssins lógir, og aeilandsstýrismaður, suhevubrotið landssins lógiikki kann verðsitandi. SjlvuhttiTórbjørJaocbsevið afarlandsstýrissessinumuhann ikki sleppuartann politikkinhann vil

 

Sambært Tórbjørn Jacobsen hevur danski forsætisráðharrin givið løgmanni boð um at krevja av Tórbjørn Jacobsen, at hann letur vera við at avtaka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum. Landsstýrismaðurin hóttir við at rýma, um hann ikki sleppur at føra sín egna politikk 

John Johannessen

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, ætlar sær ikki at broyta avgerð sína um, at grundlógardagurin ikki longur skal vera frídagur hjá føroysku skúlunum.

Hetta stendur hann fast við, hóast løgmaður sigur, at landsstýrismaðurin í hesum føri greitt hevur brotið halgidagslógina, sum sigur, at grundlógardagurin skal vera almennur frídagur

– Halgidagslógin er ikki annað enn ein gomul donsk kunngerð, sum varð sett í gildi í Føroyum í 1923. Er tað ikki landsstýrismaðurin við málsøkinum, ið hevur heimild at broyta frídagarnar hjá skúlunum, so er okkurt galið, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Leigusveinur

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum sigur seg vita, at danski forsætisráðharrin hevur vent sær til løgmans, eftir at rundskrivið um frídagarnar varð sent út, og hevur hann heitt á løgmann um at krevja av Tórbjørn Jacobsen, at hann broytir avgerð.

– Og sum tann danski leigusveinurin í Føroyum, sum Anfinn Kallsberg er, so hevur hann bert handlað samsvarandi boðunum frá sínum harra.

– Men eg ætli mær einki at gera víðari við málið. Tann avgerð, sum eg havi tikið, hon stendur við, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Hetta kann fáa avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen. Løgmaður sigur nevniliga við Sosialin, at ein landsstýrismaður, sum hevur brotið landsins lógir, ikki kann verða sitandi í sessinum.

Men hetta rørir ikki Tórbjørn Jacobsen.

– Kann eg ikki dríva politikk eftir mínum egna høvdi, so fari eg, so tími eg ikki at sita í hesum sessinum. Tí so havi eg einki at sita her til. Eg tími ikki at vera majonettfigurur hjá nøkrum øðrum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Løgmaður avsannar, at hann skal hava fingið harraboð frá danska forsætisráðharranum.

– Eg havi hvørki tosað við Poul Nyrup Rasmussen ella nakran danskan embætismann um.

Skeivt at átala
Tórbjørn Jacobsen skilur ikki, at løgmaður átlar hann fyri sína avgerð um at avtaka grundlógardagin sum frídag.

– Hví hevur løgmaður so ikki átlað í ørðum førum, spyr Tórbjøn Jacobsen, sum heldur tað vera ideologi at halda upp á grundlógardagin í Føroyum.

– Løgmaður átti at havt átalað í øðrum størri málum enn hesum. Hann hevur havt neyðtøkubrotsmenn sitandi í fleiri mánaðir eftir at tað er staðfest, at teir hava forbrotið seg, og tað hevur hann einki gjørt við. Hartil hevur løgmaður sjálvur fleiri lík í lastini, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at rumbulið seinastu tíðina setir samgonguna í vanda.

– Vit hava havt gott stev síðani nýggju semjuna, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.

------

Um at halda lóg og halgar dagar

John Johannessen

Tórbjørn Jacobsen er landsstýrismaður í skúlamálum. Hann hevur eftir fólkaskúlalógini heimild at áseta, hvussu nógvar skúladagar, og hvussu nógvar frídagar føroysku sklúlabørnini skulu hava. Men landsstýrismaðurin kann ikki við einum rundskrivi til skúlarnar broyta landsins lógir.

Tann lógin, sum kann geva Tobba trupulleikar, er halgidagslógin.

Henda lógin var sett í gildi í 1923 við kongaligari fyriskipan. Henda setti eftir tilmæli frá Føroya Løgtingi í gildi eina danska lóg frá árinum fyri.

Sum so mangar lógir er henda lógin ikki broytt í nógv ár. Lógin er tí heldur enn ikki merkt av elli, og er ikki sørt skemtilig at lesa.

Fyriskipanin eitur “Anordning... om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen”.

Fyriskipanin ásetur, at “Arbejdssysler i eller udenfor Huset, der ved Larm forstyrrer Helligdagens Fred er forbudt”. Millum tey tingini, sum eru forboðin heilidagar og grundlógardag eru “offentlige forlystelser eller støjende Øvelser eller Foretagender, derunder Væddeløb og Klapjagt”, umframt almennir fundir og annars alt, sum kan órógva.

Tað kann ikki sigast annað enn, at lógin er farin um síðsta søludag. Men tað broytir onki um tann veruleikan, at ein kongalig fyriskipan eftir løgtingsins tilmæli er ein lóg, sum trumfar eitt rundskriv frá UMMS.

Skal landsstýrismaðurin ikki bróta heilidagslógina, so má hann innan grundlógardagin megna at fáa løgtingið at samtykkja eitt ríkislógartilmæli ella eina lógtingslóg, ið avtekur ella broytir galdandi halgidagslóg.

Landsstýrismaðurin situr annars bara í sessinum upp á tingsins og løgmans náði. Vit kunnu tí spyrja, hví landsstýrismaðurin ikki kunnar landsstýrið og tingið ella tingsins mentunarnevnd, áðrenn hann tekur eitt stig, sum hann veit er sera ideologiskt og politiskt viðkvæmt.

Ein annar spurningur er, um landsstýrismaðurin hevur heimild at senda kommunalu skúlunum rundskriv, sum áleggja teimum aðrar frídagar enn teir, sum løgtingið hevur ásett í lóg. Er 1. mai lógliga vorðin frídagur hjá føroyskum skúlabørnum?

Tað næsta kundi verið, at deyðadagur Che Guevara gjørdist frídagur, ella at Jørgen Niclasen ásetti føðingardagin hjá Jóannesi bónda sum frídag umborð á skipum hjá Vaktar og Bjargingartænastuni.