Ein 20-ára gamal norðmaður var funnin deyður á kampingøkinum við Roskildefestivalin síðsta mikudag. Tað frættist skjótt, at hann hevði fingið ein hjartatilburð, og hevur ligið í koma á sjúkrahúsinum síðani.
Í dag var tó kunngjørt, at hann var deyður, Men læknarnir vilja ikki siga hvør orsøkin er. Onkur vil tó vera við, at hann hevði inntikið eina blanding av fleiri sera sterkum rúsevnum, men hetta veit eingin við vissu. Eingin veit heldur um hann vaknaði uppaftur úr koma, áðrenn hann doyði ella hvussu kritisk støða hevur verið síðani mikudagin.
Familja hansara hevur frætt tíðindini.