Hvalirnir eru strandaðir á oynni, King Island 200 grindahvalir og springarar eru strandaðir á australsku oynni, King Island, sum liggur tætt við stóru oynna, Tasmania. 140 av teimum strandaðu grindahvalunum vóru longu deyðir seinnapartin í dag. Fólk á staðnum gera sítt fyri at halda teimum seinastu grindahvalunum á lívi við at oysa sjógv yvir teir, og við at leggja klædnastykki yvir teir, sum eru druknaði í sjógvi.
Seinastu tíðina eru yvir 400 hvalir strandaðir í økinum kring Tasmania. Og tað hevur bert eydnast hjálparliðunum at bjarga einum fátali av hesum hvalunum.
Í Australia og Ný Sælandi ganga fólk ræðuliga høgt uppí vælveruna hjá hvalunum, og ganga hesi londini undan í alheims felagsskaðum, tá ræður um at banna hvalaveiðu kring Heimin.