Ísraelski herurin (IDF) sigur, at 200 ísraelskir hermenn eru falnir í bardøgunum síðan innrásina í Gazageiran.
Tað var hin 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael við einum ótali av rakettum.
Hamas breyt seg inn í Ísrael, drap bæði herfólk og sivilfólk og tóku fleiri enn 250 gíslar inni í Ísrael.
Gíslarnir vórðu førdir inn í Gazageiran.
Í endanum av oktober gjørdi Ísrael av at senda herdeildir inn í Gazageiran, og her hava verið harðir bardagar.
Ísraelski herurin IDF upplýsir fyri tíðindastovuni AFP, at síðan innrásina eru 200 ísraelskir hermenn falnir í bardøgunum.
Hamas sigur, at 25.000 palestinar eru deyðir, síðan hernaðarligi felagsskapurin leyp á Ísrael, og Ísrael seinni gjørdi innrás í Gaza.