200 milliónir í undirskoti í miðal um árið

?Fiskiflotin undir Føroyum hevur einar 200 milliónir í undirskoti í miðal um árið. Men tað gongur rætta vegin. Og tað gongdina mugu vit fyri alt í verðini ikki órógva. Men enn er langt á mál til fiskiflotin fer at geva yvirskot, sigur Hermann Oskarsson, fiskifrøðingur

? Enn eru útreiðslurnar størri enn inntøkurnar av at fiska undir Føroyum.

Ein leyðslig uppteljing vísir, at í árunum 1975 til 1998 hevur føroyski fiskiflotin givið einar 200 milliónir í undirskoti um árið í miðal.

Hetta undirskotið hevur landskassin so latið fiskiflotanum í stuðuli.

Í sambandi við Havsins Viku á Fiskirannsóknarstovuni helt Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, ein stuttan fyrilestur um, hvussu skilagott, vit fiska í krónum og oyrum.

Hermann Oskarsson, sum er skrivari í Búskaparráðnum, segði, at tað er eyðsæð, at tess størri fiskiflota vit hava, tess meiri kunnu vit fiska.

?Men tað er sjálvandi bara galdandi til eitt vist. Tí einaferð koma vit hartil, at fiskiskapurin fyri hvørt skipið fer aftur at falla, tí fiskiríkidømið er ikki óavmarkað.

?Sjálvandi er prísurin ógvuliga avgerandi fyri úrslitið hjá fiskiflotanum. ? Men tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt hægstamark, fyri hvussu stórur flotin kann verða, áðrenn fiskiskapurin fyri hvørt skipið aftur fer at falla, tí at fiskastovnarnir verða ov hart troyttir.

? Hinvegin fer kostnaðurin av at fiska at veksa meiri og minni javnt, alt eftir, hvussu nógv skip eru.

?Og tað vil so aftur siga, at fyrr ella seinni fer kostnaðurin upp um inntøkurnar.

Hermann Oskarsson vísti á, at síðani 1975 hevur undirskotið hjá fiskiflotanum ligið um 200 milliónir í miðal um árið.

? Undirskotið má tað almenna spjaða til fyri at fáa tað at standa upp og niður hjá flotanum.

Men harafturat minti hann, at, at seinastu árini er skuldin hjá feskfiskaflotanum sanerað ógvuliga nógv.

? Og tað kann eisini kallast ein studningur í framtíðini.

Búskaparfrøðingurin vísti eisini á, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu tey ymsu skipini klára seg.

? Summi skip klára seg væl, onnur skip klára seg illa. Men tey fáa øll líka nógv í studningi.

? Tvs, at studningurin verður brúktur til at halda lív í skipum, sum ikki klára seg.

?Studningurin kann bara vera ein avleiðing av, at tað er ein partur av fiskiflotanum, sum ikki klárar seg.

? Tí fæst ikki fiskiflotin ikki at bera seg, uttan at hann verður minkaður, so at

tey skipini, sum eru ringast fyri, fara úr flotanum.

Hermann Oskarsson sigur, at tað eru tríggir møguleikar at ávirka gongdina, so fiskiflotin fæst at bera seg.

? Ein máti er, at tvífalda fiskiskapin undir Føroyum, men vit vita, at tað ber ikki til.

?Ein annar máti er at lækka kostnaðarstøðið, t.d. hýrupartin.

Men hinvegin vísti hann á, at alla hesa tíðina, fiskiflotin hevur fingið ískoyti frá landskassanum, er kostnaðarstøðið ikki lækkað. So tær samráðingarnar ímillum reiðarar og fiskimenn hava ikki borið frukt. Hinvegin kann tað hugsast, at nettupp studningurin er orsøkin til, at hvørki kapasiteturin, ella kostnaðarstøðið eru lagað til viðurskiftini.

?Triði mátin er at minkað fiskiflotan frá tí endanum, sum klárar seg ringast.

Hermann Oskarsson legði afturat, at sambært endurskoðanarnevndina, kláraði 40% av flotanum seg við rentum og avdráttum.

Hann segði, at tað vísir seg, at tann nýggjari parturin av flotanum klárar seg betri enn tey gomlu skipini.


644 milliónir

Hermann Oskarsson segði, at hesi seinastu árini, frá 1994 til 1998, hevur veiðivirðið hjá føroyska fiskiflotanum ligið um 644 milliónir í miðal.

Hinvegin eru útreiðslurnar einar 200 milliónir hægri í miðal.

?Tað vil so aftur siga, at okkara fiskiorka er so mikið stór, at vit hava eitt samfelagsligt undirskot av fiskiskapinum undir Føroyum.

? Hermann Oskarsson sigur, at hinvegin mugu vit eisini staðfesta, at undirskotið hjá fiskiflotanum er munandi minkað seinastu árini.

? Tað verður brúk fyri minni og minni studningi. ?Tvs, at gongdin er tann, at fiskiflotin nærkast tí punktinum, at tað fer at standa upp og niður og at flotin sjálvur er førur fyri at bera kostnaðin av at fiska.

Búskaparfrøðingurin vísti á, at tað hevur oftað verið frammi, m.a. í endurskoðanarnevndini, at fiskiflotin undir Føroyum kastar ikki so frægt av sær, at hann hevur ráð til at forrenta íløgur í nýggj skip.

? Men tað er ongin sum sigur at fiskiflotin nakrantíð skal fáa tað at standa upp og niður og samstundis hava ráð til at gera íløgur í spildurnýggj skip.

? Tað er ongin sum sigur, at hann nakrantíð fer at hvíla í sær sjálvum við spildurnýggjum skipum.

? Tað kann verða, at nulpunktið hjá fiskiflotanum bara gevur honum ráð til at gera íløgur í gomul skip.

? Tað kann verða, at fiskiflotin ongantíð kemur longri enn til at hvíla í sær sjálvum við 10 ára gomlum skipum, sum verða keypt uttanlands hvørja ferð.


Tann rætta vegin

Búskaparfrøðingurin legði afturat, at onkustaðin er eisini eitt punkt, har gloppið ímillum kostnaðin og inntøkurnar er størst.

Tvs, at onkustaðni er eitt punkt, har fiskiflotin er so tillagaður í stødd, at yvirskotið er størst.

?Men hóast tað gongur rætta vegin, er gongdin ikki inn ímóti tí punktinum, har flotin gevur sum mest yvirskot.

? Gongdin er ikki tann vegin, at fiskiflotin er á veg at geva yvirskot. Gongdin er ?ikki longur? enn inn ímóti tí punktið, har tað akkurát stendur upp og niður hjá flotanum.

?Men tað er ógvuliga umráðandi vit ikki órógva tað positivu gongdina, sum er hjáfiskiflotanum.

? Vit mugu fyri alt í verðini ikki órógva gongdina, men at lata flotan og samfelagið sleppa at laga seg til ein fiskiflota, sum klárar seg sjálvan.


Ein ólukka at geva íløgustuðu

Hermann Oskarsson kom eisini inn á ætlanirnar at geva íløgustuðul til at endurnýggja fiskiflotan.

? Sjálvandi er tað gott at fáa nýggj skip flotan, tí ætlanin er at taka tvey skip út fyri at fáa eitt inn - ella í hvussu so er, er ikki ætlanin at økja um fiskievnini.

? Men ólukkan er, at verður íløgustuðul latin, verður fiskiflotin aftur rikin út í tann trupulleika, at hann fær hægri kostnað at bera, enn hann sjálvur megnar at forrenta.

? Tað er ein trupulleiki fyri fiskiflotan sum heild.

? Men tað er eisini ein trupulleiki fyri samfelagið, tí landskassin fær neyvan ráð til at betala undirskotið, um hann ikki fær lænt til endamálið.

Hann legði afturat, at íløgustuðul oyðileggur eisini fyri aðrar vinnur.

? Ein íløgustuðul í fiskiflotan fer at oyðileggja vinnubygnaðin sum heild í Føroyum.

? Tí Tað slepst ikki undan, at íløgustuðulin er eisini eitt slag av rakstrarstuðuli, tí fær eitt skip stuðul, sleppur tað undan einum parti av rentubyrðuni, sum nýggj skip annars bera.

? Fáa skip íløgustuðul, førir hann við sær, at skipini geva eitt eyka avkast, sum tey annars ikki høvdu givið.

? So eru aðrar vinnur kappingarførur við fiskivinnuna, so verða tær tað ikki, tá ið flotin hevur fingið íløgustuðul, tí tá fáa tær ikki bestu nyttuna burturúr íløgukrónunum

? Ætlanin er at brúka 300 milliónir til íløgustuðul til endurnýgging av skipaflotanum.

? Og næsti spurningurin er, um hetta er at fáa mestu nyttuna burturúr teimum pengunum, ella um teir heldur áttu at verðið brúktur til okkurt annað.

Hermann Oskarsson endurtók, at tað síðsta, vit áttu at gera, var at oyðleggja gongdina, sum er tann vegin, at fiskiflotin er á veg til at klára seg sjálvan.

Hann vísti eisini á gongdina í Íslandi.

? Íslendingar hava flutt seg frá einum punktið, har tað stóð upp og niður hjá fiskiflotanum, til eitt punkt, har hann gevur stórt avlop.


Tað er eitt val

Hann skoytti uppí, at spurningurin um, hvat vit vilja við fiskivinnuni, er eitt val, ikki bara hjá vinnuni og hjá landsins myndugleikum, men hjá øllum Føroya fólki.

? Higartil hava vit valt at brúka inntøkurnar hjá tí almenna til at skapa arbeiðspláss, hóast tey geva undirskot.

? Hinvegin vísir tað seg at vera ein vilji til at flyta okkum tann vegin, at vinnan skal ikki geva undirskot, og at almenni stuðulin til fiskivinnuna skal halda uppat.

? Men um tað eisini verður vilji til at flyta okkum frá eini javnvág í fiskivinnuni, til tað punktið, har hon gevur yvirskot, fer so at vísa seg.

?Men so skulu vit eisini gera okkum greitt, at vit koma at missa fiskiskap og útróður sum lívsform í Føroyum.

? Vit mugu eisini gera okkum greitt at tað fara at vera nógv færri fólk í fiskivinnuni, enn tað eru nú.

Og vit mugu eisini gera okkum greitt, at vandi er fyri, at bygdirnar verða nógv verri fyri, tí tað verður truplari at rógva út.

? Velja vit tað, er tað ein tillaging, sum fer at taka nógv ár.

Hermann Oskarsson vísti a, at vit høvdu neyvan havt ráð til at latið allan hendan stuðulin til fiskivinnuna, høvdu vit ikki havt ríkisstuðulin úr Danmark.

?Íslendingar høvdu ikki hetta valið, sum vit hava, tí teir høvdu ongan kassa at betala undirskotið við.

? Og tá ið teir hildu uppat at loysa trupulleikarnar í við at niðurskriva krónuna í heilum, máttu teir syrgja fyri, at fiskivinnan gav avlop, segði Hermann Oskarsson.