Tónleikur
Meðan klaksvíkiungar gera seg klárar til Summar Festivalin, hitta vit tey bæði Beintu Árnadóttir Gregersen og Leivur Vitalis í snotiliga Dávavirkinum í Klaksvík. Nýggja spælistaðið og venjingarhølið eru longu heim hjá 21 lokalum bólkum, ið býta tey átta rúmini ímillum sín. Hetta er væl fleiri bólkar, enn nakar hevði væntað.
- Vit høvdu væntað, at vit fingu ein bólk í hvørt rúmið, men at áhugin var so stórur, hevði eingin torað at vónað, sigur Leivur.
- Teir flestu bólkarnir eru ungir bólkar, men onkur royndur bólkur so sum Pentagon Aria, Rani Nolsøe og Countrybólkurin eru eisini millum bólkarnar, sigur Beinta.
- Tað var stuttligt at koma út her í húsið nú ein dagin og hoyra metaltónleikur úr tveimum hølum, og so í Klaksvík!, vísir Leivur á.
Flestu bólkarnir spæla egnan tónleik, og sambært Leivi og Beintu tykist tað, sum nógv, ið hevur ligið í dvala, nú er komið fram.
Dávavirkið er í hesum døgum, karmur um venjing hjá tveimum Summar Festival aktuellum bólkum. Húskallar og Jógvan Hansen venja í snotiligu hølunum. Hetta er bert eitt dømið um samstarvið millum Summar Festivalin og Dávavirkið og Virkishúsið, ið rekur Dávavirkið.
Summar Festivalurin hevur eitt nú skrivstovu í Virkishúsinum. Beinta leggur heldur ikki skjól á góða sambandið millum festivalin og húsini.
- Teir hava verið ræðuliga góðir við okkum. Eitt nú lótu teir ljóðføri til Virkishúsið, og vóru beinanvegin til reiðar at keypa eina sponsorreklamuhurð her á Dávirkinum. Teir hava eisini sponsorera okkar blusur. Tá vit skulu brúka okkurt, eru teir beinanvegin til reiðar at lána okkum tað, sigur hon.