Bygging
Í tíðindaskrivi siga partarnir, at tørvurin á íbúðum leingi hevur veri ð rættiliga stórur í Runavík. Og við at gera fleiri smærri íbúðir, halda partarnir seg hava funnið ein byggihátt, sum er rættiliga áhugaverdur í hesum sambandi.
Í projektinum er talan um trý ymisk sløg av íbúðum, sum eru ávíkavist 49. 72 og 110 fermetrar stórar. Kostnaðurin fyri hesar er úr 750 tkr. upp í 1.220 tkr., og tá standa tær lyklaklárar. áhugin fyri hesum hevur eisini verið rættiliga stórur, og eru allar íbúðirnar longu nú umbidnar.
Sp/f Vist er eitt samtak við P/F Falkon á Saltnesi, Sp/f Haldur Vang á Toftum og Sp/f Fuglø Arkitektum í Klaksvík. Meira kunnin um ætlanina sæst á slóðini, www.vist.fo.