Mest seldi bilur í Føroyum í ár er framvegis Toyota. 243 bilar eru seldir av vælumtókta japanska bilmerkinum í Føroyum higartil í ár.
Næst Toyota er Citroen, sum er seldur 196 ferðir higartil í ár, vísa hagtøl frá Akstovuni.
Á triðja plássið kemur Volkswagen.
Bilmerki | Akf.tal | |
TOYOTA | 243 | |
CITROEN | 196 | |
VOLKSWAGEN | 187 | |
NISSAN | 177 | |
FORD | 152 | |
MITSUBISHI | 135 | |
MERCEDES-BENZ | 67 | |
OPEL | 67 | |
VARIANT (viðfestisvognur) | 66 | |
KIA | 64 | |
Hyggja eftir sølutølunum fyri august mánað sæst, at aftan fyri Toyota á fyrsta plássið, sum seldi 25 bilar í farna mánaði, eru fýra bilmerki á øðrum plássi við 22 bilum: Ford, Mitsubishi, Nissan og Volkswagen.
Higartil í ár eru seld 1957 nýggj akfør í Føroyum. Nógv flest av teimum eru persónbilar, sum vóru 1453 í tali. Næstmest seldi bilbólkur eru vørubilar. 207 nýggir vørubilar eru seldir í Føroyum higartil í ár.