243 nýggir smittutilburðir í Noregi

Talið av deyðum við - ella av - koronu í Noregi er nú komið upp á 800, og í juli vóru tvey deyðsføll.

 

 

Nýggjastu koronu-tølini í Noregi, sum eru almannakunngjørd nú um midnáttarleitið, siga, at 243 nýggir tilburðir hava verið seinasta samdøgnið.

 

Tað er 75 fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið av koronu-tilburðum í landinum verið 297 um dagin, og í vikuni frammanundan var miðaltalið um dagin 200.

 

Tískil eru smittan í løtuni veksandi.

 

Í gjár - fríggjadagin - lógu 17 fólk á sjúkrahúsum í Noregi við koronu. Tað er átta færri enn dagin fyri. Talið av deyðum við - ella av - koronu er nú komið upp á 800, og í juli vóru tvey deyðsføll.