Stjórarnir í teimum 10 feløgunum, sum gjalda hægstu lønir, góvu í fjør stjórunum tilsamans 25 milliónir krónur í løn.
Hægstu lønnarútreiðslurnar hevði BankNordik, sum gav teimum báðum stjórunum tilsamans 5,4 milliónir krónur í løn í fjør sambært roknskaparskránni hjá vinnuvitan.biz
Sigast skal beinanvegin, at onkur annar kann hava fingið hægri løn, enn stjórarnir, sum her eru nevndir. Tí hesir eru stjórar í feløgum, sum hava valt at almannakunngera stjóralønirnar. Tað er ikki longur eitt krav í ársroknskaparlógini, at stjóralønin skal upplýsast. Tað var tað fyri nøkrum árum síðani, og enn eru fleiri feløg, ið kortini velja at almannnakunngera stjóralønirnar.
Lønirnar hjá stjórunum í teimum tíggju feløgunum, sum gjalda stjórum sínum hægstu lønirnar, sambært vinnuvitan.biz, eru hesi:
1: BankNordik tveir stjórar: Janus Petersen og John Rajani, tilsamans 5.408.000 krónur í løn. Ársúrslit: 127 milliónir krónur í halli
2: Bakkafrost tríggir stjórar: Regin Jacobsen,1.756.000 krónur, Odd Eliasen 1585.000 krónur og Teitur Samuelsen 1.713.000 (Gunnar Nielsen tók sum fíggjarstjóri 1. des. 2014 97.000) – tilsamans 5.151.000 krónur í løn. Ársúrslit: 647 milliónir krónur í yvirskoti
3: Eik Banki, 2.929.000 krónur í løn til Suna Schwarts-Jacobsen. Ársúrslit: 101 millión krónur í yvirskoti
4: Atlantic Petroleum, 2.857.000 í løn til Ben Arabo. Ársúrslit: 218 milliónir krónur í halli.
5: Tryggingarfelagið Føroyar, 1.863.000 krónur í løn Regin Hammer. Ársúrslit: 7 milliónir krónur í yvirskoti.
6: Norðoya Sparikassi, 1.766.000 krónur í løn til Marner Mortensen . Ársúrslit: 11 milliónir krónur í yvirskoti.
7: Skansi Offshore, 1.378.000 krónur tilsamans í løn tilsamans til Jens Meinhard Rasmussen og Tummas Justinussen. Ársúrslit: 57 milliónir krónur
8: Betri Pensjón, 1.153.000 krónur í løn til Mortan Poulsen. Úrslit: 4 milliónir krónur í yvirskoti.
9: Lív Holding, 1.151.000 krónur í løn til Jan Jakobsen. Ársúrslit: 4,8 milliónir krónur í yvirskoti.
10: Suðuroyar Sparikassi, 1.121.000 krónur í løn til Søren Lünell Bruhn. Ársúrslit: 1,9 milliónir krónur í yvirskoti.
Tilsamans fáa stjórarnir í hesum 10 feløgunum slakar 25 milliónir krónur í løn – ella slakar 1,8 milliónir krónur í part í miðal