Í gjár varð løgreglan á ferð í Eysturoy við tí endamáli at kanna ferðsluna.
Løgreglan sigur, at hetta var seinnapartin í gjár, um tað tíðina, fólk fara heim frá arbeiði og í tí sambandi stóð løgreglan við skúlan á Glyvrum og steðgaði bilum.
Tilsamans vóru 104 bilar steðgaðir, og av teimum fingu heili 27 bilførarar bót. Men umframt teir, fingu 23 aðrir bilførarar eina átalu fyri ymisk viðurskifti, sum ikki vóru eftir forskriftunum, men sum kortini hevði so lítið upp á seg, at teir ikki fingu bót.
Og ímeðan teir standa og kanna bilar, kom ein bilførari koyrandi, men hann var so ótolin, at hann yvirhálaði allar bilarnar, sum løgreglan skuldi kanna.
Men tíverri fyri hann, koyrdi eftir einum teigi við skákstrikum, og tað er ikki loyvt at koyra eftir einum teigi við skákstrikum. Tað kostaði bilføraranum eina bót, og eitt klipp í koyrikortið.
Løgreglan sigur, at teir feilirnir, sum bilførararnir fingu bót fyri, vóru av øllum handa slagi, lyktafeilir, trygdarbelti, onkur hevði ikki koyikort við, og onkur koyrdi á prutli, hóast viðkomandi ikki hevði koyrikort, og annað mangt.
Og so vóru tað nakrir bilførarar, sum fingu bót tí at tað var galið við píkadekkunum. Reglurnar eru tær, at tað má ikki vera meiri enn 25 prosent á muni á talinum á píkum í teimum ymsu dekkunum, og tað er ikki sjáldan, at bilførarar detta í ta felluna, tá ið teir skifta píkadekk á onkrum hjóli, ella tveimum hjólum, uttan at hugsa um, hvussu slitin hini píkadekkini eru.