Tað var løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum setti føðingardagshaldið hjá Meginfelag teirra Brekaðu í gjár. 25 ár eru liðin síðani felagsskapurin fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós, og í tí sambandi var skipað fyri einum stórum føðingardagshaldi í Norðurlandahúsinum, har fyrilestrar, tónleikur og okkurt til matna var á skránni.
Jóannes Eidesgaard vísti til søguna um miskunnsama samariubúgvan og segði, at tað ofta er ov langt frá hugsan til gerð.
– Virðini mugu býtast soleiðis, at øll fáa okkurt gott burtur úr, og støðan hevði verið munandi verri, um onki MBF, segði løgmaður í setanarrøðu síni.
Skúlin ikki fyri øll
Doris Hansen hevur skrivað bókina “Søgan um hini”, og greiddi frá søgu felagsins.
Hon vísti á, at tað eru tær ytru umstøðurnar, sum er avgerandi fyri, hvussu stórt brekið hjá tí einstaka er. Doris Hansen helt, at nógv er hent á økinum seinastu árini, men enn er langt eftir á mál vísti hon á.
– Sjálvt um vit hava eina lóg sum sigur, at skúlin er fyri øll, so er veruleikin ein annar, segði Doris, og seinni stuðlaði Leila Solmunde henni eisini í hesum, tá hon greiddi frá bóklinginum, sum verður útgivin nú, har tað kemur fram, at tað eru langt frá allir skúlar, sum eru atkomiligir hjá fólkum við breki.
– Eitt gott samfelag fyri brekað, er eitt gott samfelag fyri øll, vísti Doris Hansen á, at enda í røðu sínari.
Breki og skeiva smíli
Í millum ymsu røðararnar var tónleikur, og áðrenn Jógvan Fríðsriksson fekk orðið, sluppu áhoyrararnir at leggja oyru til vælklingandi horntónleik við klaverfylgispæli afturvið.
Jógvan Fríðriksson ávaraði beinanvegin ímóti, at hansara fyrilestur ikki var fyri erkvisnar sálir. “Brek við einum skálkabrosi” kallaði hann hugleiðingar sínar, og tað var sanniliga við einum skálkabrosi at hann lýsti evni “brek”.
Jógvan prestur greiddi frá, at vanliga virðingin fyri brekaðum í dag, er sum við eini pappeskju við gløsum í. Vit mugu vera øgiliga varin hvussu vit fara við eskjuni, tora ikki heilt at taka í og nerta við, sum vit annars høvdu gjørt, men tað mugu vit leggja av.
Jógvan Fríðriksson tosaði nógv um sjálvspei, og hvussu umráðandi tað var at hava henda eginleikan.
– Sjálvspei er frígerandi orka, og skálkabrosið tekur neiliga broddin av ymiskleika og fordómum, segði hann.
Í sama viðfangi vísti hann á, at tað helst hevði tænt øllum, um vit og MBF løgdu tað sjálvtignarliga á hillina, og Jógvan Fríðriksson minti á orðini hjá Møllehave um, at humor minkar um frástøðuna millum menniskju.
Mugu vera sjónlig
Tá Jógvan Fríðriksson hevði fingið skálkabrosið fram á øllum áhoyrarunum, fekk Holger Kallehauge orðið. Holger Kallehauge er fyrrverandi landsrættardómari.
Hann bar heilsu frá DSI og DTU, sum eru felagsskapirnir hjá donskum brekaðum, og ynskti MBF hjartaliga tillukku við degnum.
Skemtandi segði hann, at tað ikki var hvørjum tillutað fylla sama dag sum ST, men at tað gav høvi til at tosa um brekað í einum altjóða sjónarhorni.
Holger Kallehauge var minti á nøkur viðurskifti, ið gera seg galdandi hjá øllum brekaðum.
– Menniskjur við breki mugu vera sjónlig, tí politikararnir taka sær ikki av teimum ósjónligu trupulleikunum, vísti fyrrverandi landsrættardómarin á, og legði aftrat, at tað eru ongir lættir sigrar hjá minnilutabólkum.
Holger Kallehauge greiddi eisini frá sáttmálanum sum ST skjótt skal góðkenna, og sum skal tryggja brekaðum somu rættindi sum øll onnur, og allar reglur eru greiðar og allýstar.
– Við konventiónini verður forboð fyri at diskriminera brekað fólk, og trupulleikin við, at vit eru ein ósjónligur minnilutabólkur verður eisini loystur við hesum, greiddi Holger Kallehauge frá.
Samfelagið ber brek
Síðstur á pallinum var sjálvur formaðurin í Meginfelag teirra Brekaðu. Leila Solmunde greiddi frá bóklinginum um atkomu, sum hevur fingið navnið “Skráin – yvirlit og vegleiðing um atkomu”.
Henda bókling fekk forkvinnan í Kommunufelag Føroya, Rósa Samuelsen, handað frá Leilu Solmunde, og tað sama fekk Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya.
Leila Solmunde staðfesti, at tað er samfelagið, sum ber eitt brek og ikki tey, tá tað ikki er pláss fyri øllum.
Føðingardagshaldið hjá Norðurlandahúsinum í MBF endaði við, at boðið var til pinnamat og vín.
Vert er annars at hefta seg við, at fleiri landsstýrismenn vóru uppmøttir til føðingardagshaldið og lýddu á meðan løgmaður setti tiltakið. Men eftir steðgin var at kalla ongin teirra eftir og lýddi á.