Jón byrjaði at læra til elektrikara hjá P/F Leif Mohr 14. februar 1983 og var útlærdur í februar 1987. Jón er eisini útlærdur maskinist frá Føroya Maskinskúla, og hevur siglt nakað sum meistari. Jón hevur eisini nógvar eftirútbúgvingar og skeið innan køling, el og ávaringarskipanir.
Jón er ikki bangin fyri stórum avbjóðingum og at taka ábyrgd. Í sínum langa arbeiðslívi hjá LM hevur Jón verið formaður á nógvum størri byggiplássum, t.d. Eik, Fíggjarmálaráðið, Tórshavnar Havn v.m. Umframt at vera formaður á størri arbeiðsplássum við ábyrgd av fleiri sveinum og lærlingum, hevur Jón lagt nógva orku í at menna trygdardeildina hjá LM, ið selur, installerar og hevur eftirlit við ymiskum ávaringarskipanum, so sum eldaávaring, tjóvaríávaring, hurðaskipanum og yvirvaking. Henda deildin er vaksin nógv tey seinni árini, og er í dag sera vælvirkandi.
Jón er 42 ár og ættaður úr Tórshavn, sonur Jákup og Juliu. Jón hevur tvey systkin, Jenny og Hera.
Jón er eisini áhugaður í ítrótti, bæði fótbólti, kappróðri, fimleiki og hondbólti. Jón hevur vunnið fleiri meistaraheitið við HB og Nólsoyinginum. Nú fylgir Jón mest við, hvussu tað gongst hjá børnunum, ið fáast nógv við ítrótt. Umframt at hann hugnar um heimið í Pætursgøtu í Hoyvík.
Jón er ein álitismaður og hevur nógvar dygdir. Handverksliga setir hann eina æru í góðsku, og at ordan er í tingunum. Jón er eisini sera viljasterkur, og man veit altíð, hvør hansara støða er. Jón er sera trúfastur og altíð til reiðar at hjálpa, og við sínum dugnaskapi og arbeiðssemi hava bæði kundar og starvsfelagar stórt álit á Jón, til stóra gleði hjá fyritøkuni.
Jón er giftur við Heidi Holm Dahl, ættað úr Nólsoy. Tey eiga trý børn: Óla Jákup, Lindu og Báru.