Tróndur í Gøtu á veg inn við 700 tonsum av sild til matna Tróndur fór at sigla í nátt. Teir eru á veg inn til Fosnavåg.
Teir hava roynt eftir sild við nót á í norskum sjógvi á leiðini u.l. 70 stig norður og 16-17 eystur. Teir hava fingið 700 tons, miðalvektin á sildini er 320 gram. Prísurin teir fingu er 3,49 NOK.
Tað kemur nógv sild uppá land í Norra í hesum døgum, í dag hava 25 skip boðað frá landing, harímillum tey trý gøtuskipini Tróndur í Gøtu, Saksaberg og Jupiter.