Kap Farvel
Seinasta leygarkvøld skipaði Bryggjan í Vestmanna fyri hugnaløtu saman við rithøvundanum aftanfyri bókina um hekkutrolaran, Kap Farvel, sum var heimahoyrandi í Vestmanna árini 1966-1975.
Leiðari á Bryggjuni er Barry Bláhamar og tann, sum skrivaði bókina við heitinum “Teir tóku kjansin”, er Birgir W. Høgnesen.
Tá bókin kom út til jólar í 2005, lá so nógv tilfar niðurfyri, sum pláss ikki var fyri, og tað var hetta tilfar, sum nú varð lagt fram á hugnaløtuni.
Tá løtan byrjaði um 21-tíðina hetta kvøldið, vóru eini 250 fólk møtt, flestu úr Vestmanna og bygdunum nærindis, men eisini fólk úr eitt nú Klaksvík, Vágum og Suðuroy, sum antin høvdu verið við skipinum ella vóru avvarðandi av teimum, sum okkurt skifti vóru við hekkutrolaranum, sum var hin fyrsti í Føroyum.
- Eg var rættiliga ovfarin av stóru undirtøkuni og hevði ikki droymt um, at so nógv fólk fóru at vísa tiltakinum slíkan áhuga, sigur Birgir W. Høgnesen.
Tað var høvundurin sjálvur, sum beyð vælkomin og segði, hvussu kvøldið fór at vera skipað.
- Eg hevði fleiri enn 300 myndir við, sum vórðu sýndar á stórt lørift. Her kundu menn og kvinnur tosa um, hvørjir menninir á ymisku myndunum eru.
Tá tú komst innar í gongdina í lokalu pubbini, hoyrdust upptøkur frá móttøkuni, tá skipið kom til bygdar í 1966. Tað var táverandi bygdaráðslimurin í Vestmanna, Jákup Follend, ið helt røðu, eins og prát var við reiðara og skipara.
- Eg fekk eisini fleiri smalfilmar í sambandi við arbeiði at skriva bókina. Hesar havi eg sett saman og gjørt til ein film, sum eisini varð sýndur á hugnaløtuni, sigur Birgir W. Høgnesen, sum er sera fegin um, at tiltakið eydnaðist so væl.
Spurdur, hvat hann nú fer at gera við alt tilfarið, sum er fjølritað og liggur eftir, sigur hann, at hetta nú verður goymt burtur – á tryggum stað.
- Hugnaløtan í Vestmanna skuldi vera og varð eisini rein “hygga”, sum høvundurin tekur til, og nú verður so ikki meira gjørt burtur úr Kap Farvel á hesum sinni, leggur hann aftrat.
Tiltakið á lokalu pubbini í Vestmanna hetta kvøldið var liðugt um 23.30-tíðina, og tá fóru fólk heimaftur, meira vitandi og ríkari, enn tá tey komu.
- Jú, eg haldi, at hetta eydnaðist stak væl. Fólk høvdu nógv upp á hjarta, og fleiri ferðir hetta kvøldið var lívligt prát um ymisku myndirnar og persónarnar á myndunum.
Birgir sigur, at endamálið við tiltakinum var at fáa tilfarið, sum liggur eftir um Kap Farvel, víst fram, og heilt fram til leygarkvøldið komu fólk við nýggjum myndum.
- Vit kunnu kanska siga, at hetta var eitt vakurt “farvæl” til Kap Farvel, sigur Birgir W. Høgnesen.
At hjálpa sær við tí tekniska partinum, hevði høvundurin vestmenningin, Páll Hellu.
Kap Farvel varð á mannamunni mangan róptur ”skúlaskipið” í Vestmanna. Nógvir mans og nógvir ungir dreingir vóru við hesum skipi, flestu úr Vestmanna, men eisini úr øðrum bygdum kring landið.