Stuðulskonsert
Teir 350 áhoyrarnir í Kelduni fingu leygarkvøldið eina tónleikauppliving av teimum sjáldsomu.
Her var møguligt at hoyra kendar sangarar í dag framføra sínar sangir. Og her varð eisini høvið at hoyra sangkreftir, sum vóru meiri frammi fyri nøkrum árum síðani. Alt í alt var hetta eitt sera fjølbroytt og ríkt kvøld.
Luttakarar á konsertini vóru Magni Christiansen, Jens & Kristel Lisberg, ein bólkur úr Lívdini í Havn og Ecclesia úr Klaksvík, sum stillaði upp við teirri gomlu manningini. Henda bólkin kenna vit frá einum av slagarunum í útvarpinum, nevniliga ?Siglur tú lívsins?, sum enn er at hoyra, hóast hann hevur nógv ár á baki.
Men leygarkvøldið vísti Ecclesia at bólkinum er enn lív lagað, tí nú vóru tað næsta ættarlið hjá teimum gomlu sangarunum, sum spældi undir.
Hetta var sum longu nevnt ein stuðulskonsert, og inn komu íalt 27.000 kr. Henda upphæddin var fyrst og fremst fingin til vega umvegis atgongumerkini. Men fleiri av áhoyrarunum lótu eisini eyka, tí peningurin jú skuldi fara óskerdur til tey neyðstøddu á Sri Lanka.
Ein hægri eind
Tað var eftir herviligu flóðalduna 2. jóladag, og sum kostaði umleið 200.000 fólkum lívið, at føroyingar í hópatali tóku stig til at senda neyðhjálp hagar.
Reyði Krossur stóð á odda fyri tí metstóru landsinnsavningini, men eisini aðrar størri og smærri upphæddir eru komnar inn í neyðhjálp til tey raktu.
Vit hava hoyrt um landsstýrið, kommunur, stovnar, felagsskapir, barnagarðar og onnur, sum hava ynskt at stuðla neyðhjálpini. Men eisini kirkjur og samkomur hava gjørt sítt til at tey tey eftirsitandi í Asia kundu byrja eina nýggja tilveru í heimlandi teirra.
Leiðslan í samkomuni ?Kelduni? í Skálafirði ynskti eisini, sum ein part av virksemi sínum at vísa samkenslu við tey raktu og at stuðla teimum beinleiðis við eini peningagávu úr Føroyum.
Avgjørt varð tí, at skipa fyri eini stuðulskonsert í Kelduni seinasta leygarkvøld. At hava slíkar konsertir í Kelduni liggur ómetaliga væl fyri, tí bæði ljóð- og ljósviðurskiftini eru av teimum bestu í landinum.
Og seinasta leygarkvøld fingu so hesi 350 fólkini enn eitt høvi at uppliva, hvussu sangur, tónleikur, áheitan og peningarligur stuðul kann ganga saman í eina hægri eind samstundis.
Beinleiðis hjálp
Tað skilst bæði á fyrireikarum og luttakarum at hetta hevði verið eitt megnar kvøld. Tónleikurin var á høgum støði, og alt gekk upp á stás undir framførslunum.
Konsertin byrjaði við eini kunning um fylgjurnar av herviligu flóðalduni. Terji Vestergaard hevði sjálvur gjørt eina framførslu, sum var víst á stórskíggja. Her varð støðan líkasum sett upp, soleiðis at áhoyrarnir fingu enn eina staðfesting av, hvussu álvarsom henda vanlukkan í roynd og veru er.
Henda framførslan var kryddrað við faktiskum upplýsingum, myndum og sjálvandi eisini tónleiki. Hann hevði gjørt eina samrøðu við Stellu Zachariassen, ið sjálv er av Sri Lanka, og sum eisini tekur ímóti stuðlinum frá konsertini.
Stella Zachariassen er gift við føroyingi, og hevur í bløðunum heitt inniliga á føroyingar um at stuðla teimum neyðstøddu. Hon hevur sjálvandi hjarta fyri øllum teimum raktu, men í størstan mun er hon upptikin av støðuni hjá íbúgvunum á oyggj hennara, Sri Lanka.
Við hesi konsertini fær hon eitt gott ískoyti at lata til tey, sum veruliga hava brúk fyri tí. Tí tann innkomni peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið á Sri Lanka.
Eftir framførsluna á stórskíggjanum spældu bólkarnir ein fyri og annar eftir. Tá fólkið fór til hús hetta kvøldið, vóru tey samd um, at hetta hevði verið eitt gott kvøld, men at tað eisini hevði verið eitt álvarsamt kvøld, tí tey høvdu verið vitni til stóra skaðan í Asia.
Tá ein hevur savnað so fræg nøvn, sum tey omanfyri nevndu, er kanska onkur sum kundi ynskt sær eina upptøku av konsertini. Men hetta er ikki møguligt, hóast ein lættliga kundi gjørt hetta, við teirri teknisku útgerðini, sum finst í Kelduni.
Tað kann so vera eitt hugskot til eina aðru ferð!
21
Tað yngra Ecclesia-ættarliðið stuðlaði undir sangin við frálíkum tónleiki