Russisku myndugleikarnir vita at siga, at 29 fólk lótu lív, tá eitt hernaðarflogfar datt niður á Krim-hálvoynni.
Hetta var eitt flutningsflogfar hjá russiska herinum av slagnum, AN-26, sum er flogfarið á myndini omanfyri.
Russiska tíðindastovan Tass ber tíðindini um flogfarið, tey ferðandi og tess manning - tilsamans 29 fólk, sum øll lótu lív.
Tað er russiska verjumálaráðið, sum er kelda til tíðindini.
Sum skilst, hevur flogfarið helst havt tekniskar trupulleikar á ferðini, sum endaði við einari vanlukku á Krim.











