Tríggir føroyingar til grønlendska meistaraskapið í hondbólti

Tveir føroyskir dómarar og ein føroyskur leikari taka lut í GM í manshondbólti

Mynd: Harald Bjørgvin

Í hesum døgum verður grønlendska meistaraheitið í hondbólti leikt í næststørsta býnum í Grønlandi, Sisimiut. Býurin æt í gomlum døgum Holsteinsborg. 

 

Grønland er landafrøðiliga eitt risastórt land. Tí eru tey noydd til at avgreiða GM í fótbólti, hondbólti, flogbólti o.ø. ítróttargreinum á einum staði innanfyri eina viku. Tey hava ongan jørðiskan møguleika at hava eina landskapping, ið strekkir seg yvir fleiri mánaðir, har tey ferðast til bara ein útidyst, og so alla ta langu leiðina heimaftur. 

 

Frimilin er, at átta lið úr ymiskum økjum/býum í Grønlandi vinna seg til endaspælið, sum so hesaferð er í Sisimiut. Spældir vera tríggir bólkadystir, og eftir tað eru avgerandi dystir um endastøðurnar á skránni. 

 

Tríggir føroyingar, ið taka lut í GM í manshondbólti hesaferð eru royndu dómararnir, Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, og Kristoffur Bjørgvin, sum er í Sisimiut í lestrarørindum. Kristoffur spælir við liðnum hjá Sisimiut. Jógvan og Thomas Juul hava fingið heiðurin at døma dystir. Ein innbjóðing og avbjóðing teir ikki kundu siga nei til. 

 

Harald Bjørgvin var so beinasamur at senda okkum eina mynd av Jógvani, Thomas Juul og Kristoffuri. 

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin