29.930 starvsfólk í mai — 0,1 prosent vøkstur

Í mai vóru 37 fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør.

Tað er ein vøkstur á 0,1 prosent. Kvinnurnar vóru færri í tali samanborið við mai í fjør. Hetta kemur av, at talið av kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, er minkað.

 

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

 

Í mai vóru 29.930 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 37 starvsfólk, ella 0,1 prosent, fleiri enn mai í fjør.

 

Í mai vóru næstan 15.180 menn og góðar 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 59 ella 0,4 prosent fleiri. Kvinnurnar vóru 22 ella 0,1 prosent færri.

 

Í mai arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er væl hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki. Av kvinnunum arbeiðir triðja hvør í hesum bólki. 

 

Starvsfólk, sum arbeiða undir privatum ræði eru minkaði við 0,3 prosentum í mun til sama mánað í fjør. Hetta stavar frá eini minking av kvinnuligum starvsfólkum í bólkinum. Tær eru 66 persónar, ella 1,2 prosent, færri enn í fjør. Hjá monnunum var ein lítil vøkstur. 

 

Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var, hinvegin, ein vøkstur hjá báðum kynum. Her vóru kvinnurnar 44 ella 0,5 prosent fleiri í mai í ár samanborið við í fjør. Menninir vóru 50 ella 1,3 prosent fleiri  samanborið við sama mánað í fjør. 

 

Tá hugt verður eftir ovasta stigi í vinnugreinaflokkingini, eru flest starvsfólk løgd afturat vinnugreinuni "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" samanborið við sama mánað árið fyri. Her eru tey 138 ella 6,8 prosent fleiri. Meira útgreinað sæst at tað er "Botnfiskiveiða" sum hevur serskiltan vøkstur við 83 persónum ella 15 prosentum.  Vinnugreinin við næst størsta vøksturi í persónum er "Heilsa- og almannaverk" við 51 persónum ella 1,1 prosenti.  Meira útgreinað sæst at tað er "Røktarvirksemi á bústovnum" sum er vaksið nógv. Tey eru 3,3 prosent, ella 99 persónar, fleiri í mai í ár samanborið við í fjør. 

 

Umvent hevði "Gisting og matstovuvinna" størstu minking av starvsfólkum í tali, har tey vóru knapt 70 færri enn sama mánað í fjør. Hetta er ein minking á 6,2 prosent. 

 

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

 

Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er viknaður, sum sæst á grafinum niðanfyri. Í mai vóru góðir 50 persónar ella 2,4 prosent fleiri samanborið við mai í fjør. Til samanberingar var vøksturin 17 prosent í mai 2023 í mun til mai 2022. 

 

Fleiri grafar síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni

 

 

Um starvsfólkahagtølini

 

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

 

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

 

Broyting í hagtølunum

 

Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.