Talv
Manningin er komin uppá pláss, og í ár fara føroyingar væntandi at gera ein vørr eins og í fjør. Tá vann Hans Kristian Simonsen óvæntað kappingina og ognaði sær sín fyrsta og higartil einasta IM-norm. John Rødgaard lá eisini fram við sínum 4. plássi.
2nd Suðuroy International verður telvað í Vági í døgunum 24. juni 01. juli. Kendasti telvarin úr Vági man vera Thorstein Wilhelm, sáli, sum í mong ár telvaði í Havnar Telvingarfelag. Thorstein luttók somuleiðis í tveimum olympiadum, í 1970 og í 1980. Tá var vágbingurin 72 ár og framvegis millum bestu telvararnar í landinum.
Danskur ratingfavorittur
Kappingin í fjør var sterkari. Eitt nú hevur eingin telvari í ár omanfyri 2400 ratingstig. Í fjør høvdu bæði IM John Shaw úr Skotlandi og IM Emil Hermansson úr Svøriki omanfyri 2400.
Men hinvegin er torførari at gita hvør fer at vinna í ár, tí munurin er so lítil millum telvararnar. Undir 100 ratingstig skilja hægst styrkismetta, IM Simon Bekker-Jensen (2393), og 7. styrkismetta telvaran, sum er Hans Kristian (2295). Hetta ger kappingina serliga spennandi og annarleiðis.
Simon Bekker er føddur í 1980 og hevði sítt gjøgnumbrot fyri sløkum 7-8 árum síðani, tá hann vann sær IM-heitið. Síðani hevur hann tó raðfest skúlan hægri enn talv, og er tískil so at siga steðgaður upp. Men hann fer ivaleyst at vera við í oddastríðnum.
Stuttligt at veteranurin IM Bjørn Brinck-Claussen er sloppin í part. Hann er farin væl um tey trýss, men gevur framvegis yngru ættarliðunum góða mótstøðu. Brinckurin er næsthægstur styrkismettur.
Kvinnuligur stórmeistari tekur lut í kappingini, nevniliga Lenka Ptacnikova, ið fyri nøkrum árum síðani fekk íslendskan statsborgararætt.
Nilssen, Rødgaard og Ziska
Fyriskiparin Rani Nolsøe vónar og væntar, at føroysku umboðini fara at prýðmynda kappingina. Serliga væntar hann sær nógv av nýkosna altjóða meistaranum, John Arna Nilssen, sum hevði góð úrslit á 1. borði fyri Føroyar í talvolympiaduni. John Arni er maður fyri at vinna á stórmeistarum og tí eigur hann als ikki at óttast IM Bekker-Jensen og hinir tittultelvararnar.
John Rødgaard hevði - sum vant - rimmar úrslit í talvolympiaduni. Í 1st Suðuroy International tapti hann einki talv (vann tvey og sjey remis), og í roynd og veru telvar hann kanska sína bestu telving í áratiggir. Rødgaard var tryggur á vinnandi vestmannaliðnum í 1. deild og var álitið hjá Føroyum í OL.
Stjørnuskotið yvir øllum, Helgi Dam Ziska, fer eirindaleyst eftir sína triðja IM-normi í Vági. Helgi hevur stabiliserað seg nøkunlunda á 2300-ratingmarkinum, og nú er kanska høvið hjá honum at vinna sær sín triðja norm síðani seinasta summar. Spennandi verður.
Outsidararnir
Torført verður hjá Hans Kristiani at endurvinna kappingina, hóast hon er veikari enn tann í fjør. Eitt gott OL-úrslit viskar ikki øll tey mongu sløku úrslitini seinasta árið hjá Hans Kristiani heilt burtur. Góð kappingarbyrjan tykist hvørja ferð vera lykilin til eitt gott úrslit hjá kollfirðinginum.
Helgi og Hans Kristian skulu hava 7 stig av 9 fyri at vinna sær norm, meðan Sjúrður Thorsteinsson skal hava 6,5 stig. Í fjør fekk Sjúrður Thorsteinsson fýra javnleikir. Í ár stílar hann ivaleyst hægri, men sum lægst rataði telvarin, fer Sjúrður at fáa tað sera torført. Møguliga røkkur hann 3 stigum.
2nd Suðuroy International
NrNavnLandRating
1IMBekker-Jensen, SimonDanmark2393
2IMBrinck-Clausen, BjørnDanmark2359
3IMNilssen, John-ArniFøroyar2356
4IMRødgaard, JohnFøroyar2344
5Ziska, Helgi DamFøroyar2306
6FMAndreasen, PerDanmark2303
7Simonsen, Hans KristianFøroyar2295
8Salama, OmarEgyptaland2214
9WGMPtacnikova, LenkaÍsland2183
10Thorsteinsson, SjúrðurFøroyar2067