B36 hevur í kvøld vunnið 3-1 í Gundadali ímóti FC Suðuroy. Tíggju teir síðstu minuttirnar skoraði heimaliðið tvey mál. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir stútaði innskifti Karl Martin Danielsen eftir horna í málið, og fýra minuttir seinni var tað Lukasz Cieslewicz, sum sneiddi seg leysan og skoraði. Tá ið støðan var 2-1, hevði John Tordar Poulsen hjá FC Suðuroy stóran møguleika, men við høvdinum sendi hann bóltin í stólpan aftanfyri Meinhardt Joensen í B36 málinum.
Úrslitið ber við sær,at B36 nú hevur 33 stig, og at FC Suðuroy framvegis hevur 9 stig.
Sunnudagin um eina viku skal B36 til Klaksvíkar, meðan FC Suðuroy fær vitjan av HB.
B36-FC Suðuroy 3-1 (1-1)
Dómari: Kai Erik Sten, Noreg
1-0: Jákup á Borg 24.
1-1: John Tordar Poulsen 32.
2-1: Karl Martin Danielsen 81.
3-1: Lukasz Cieslewicz 86.
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy (Patrick Larsen, 68.), Jonas Flindt Rasmussen, Bárður Olsen, Símun Joensen - Heini í Skorini (Rasmus Dan Sørensen 13./Karl Martin Danielsen 68.), Róaldur Jacobsen, Atli Danielsen, Gunnar Zachariasen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: eingin
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Jón Áki Jacobsen - Høgni Midjord (Suni úr Hørg, 90.), Palli Augustinussen, Ingi Poulsen (Teitur Tausen, 86.), Poul N. Poulsen, Dan Djurhuus - John Tordar Poulsen (Reidar Dahl Joensen, 89.)
Gult kort: Dan Djurhuus
70 min.
1-1
Tað er tómgongd í Gunddali. Fyrra partin av 2. hálvleiki hevur hvørki av liðunum spælt seg til málmøguleikar.
Í B36 skýlinum eru 48 áskoðarar og vesturu megin eru tað neyvan fleiri!
40 min.
1-1
35 min.
1-1: John Tordar Poulsen 32.
Síðstu tíggju minuttirnir hevur leikgongdin verið heilt øðrvísi, enn hon var tað fyrra partin av 1. hálvleiki. FC Suðuroy hevur onkra ferðina verið framvið, og John Tordar Poulsen hevur fleiri ferðir verið í góðum støðum at skora. Eitt nú eftir at heimaverjan hevur verið sera óskettin. Í tí eina førinum fekk John Tordar fatur á bóltinum, sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í málið. Og eftir at hann hevði javnað, hevur John Tordar Poulsen havt risa møguleika at leggja FC Suðuroy framum!
25 min.
1-0: Jákup á Borg 24.
Heimaliðið í Gundadali hevur lagt seg á odda, nú 1. hálvleikur millum B36 og FC Suðuroy er gott og væl hálvrunnin. Heimaliðið hevur havt bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað hevur verið torført at skapa upplagdar málmøguleikar. Leiðslumálið stóðst eftir stóra verjuvillu. Jákup á Borg gjørdist leysur, Stanislav Kuzma hálvbjargaði, men Jákup á Borg var fyrstur á returbóltinum og skoraði.
FC Suðuroy hevur higartil so at siga ikki verið í B36 brotsteiginum.
Longu í 11. minutti fór Heini í Skorini hjá B36 skaddur av vøllinum, og í hansara stað kom Rasmus Dan Sørensen.
B36-FC Suðuroy kl. 17.30
Dómari: Kai Erik Sten, Noreg
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Bárður Olsen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Atli Danielsen, Gunnar Zachariasen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heri E. Kjærbo, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Jón Áki Jacobsen -Høgni Midjord, Palli Augustinussen, Ingi Poulsen, Poul N. Poulsen, Dan Djurhuus - John Tordar Poulsen
Undan dystarbyrjan:
Meistararnir í B36 vóru mikukvøldið fyri enn einum vónbroti, tá ið teir løgdu rygg til 4-1 tap í Gundadali ímóti EB/Streymi. Hvørki í álopi ella í verju stemmar tað hjá árstalsfelagnum, sum í hesum umfarinum hevur mist allar møguleikar at vinna atgongumerkir til altjóða kappingar.
Súni Olsen hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið leikbannaður. Nú er hann tøkur aftur. Høgni Eysturoy, sum plagdi at røkja vongverjaplássið í høgru, hevur verið skaddur í nógvar vikur. Mikukvøldið var Símun Hansen vongverji, men bara í 73 minuttir. So varð hann vístur av vøllinum, og tískil er Símun leikbannaður í morgin, tá ið FC Suðuroy kemur í Gundadal. Dánjal Rói Olsen er skaddur, og mikukvøldið noyddist Lukasz Cieslewicz at taka seg aftur undir upphitingini.
FC Suðuroy hevur vunnið seks stig burtur úr trimum teimum seinastu umførunum. Tað hevur verið tosað um, at FC Suðuroy fór at flyta niður við minsta stigatalinum nakrantíð, síðani kappingin varð víðkað til 27 umfør. Nú er møguleiki fyri, at FC Suðuroy fer at røkka eins stórari úrtøku 11 stigum sum B71 í fjør vann og flutti niður við.
Manningarliga sær tað betri út nú hjá FC Suðuroy, enn tað hevur gjørt fyrr í ár.
Í fyrsta umfari í vár var um reppið, at FC Suðuroy fekk stig við sær úr Gundadali. Ta ferðina vann B36 1-0, og tað var Sekou Tidiane Souare, sum í evstu løtu drønstútaði sigursmálið. Tidiane fór stutt eftir av aftur landinum.
B36-FC Suðuroy: Kai Erik Sten, Noreg, leygardagin klokkan 17.30.