3.5 milliardir krónur um vikuna

3.5 milliardir krónur um vikuna. So nógv brúkar oljulandið Qatar, uppá at gera landið klárt til heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum skal haldast í 2022.

 

Tá Qatar fekk tillutað heimsmeistarakappingina í 2022, var landið so at siga yvirhøvur ikki klárt til at hýsa einum so stórum tiltaki. Tí skal alt byggjast upp, tað verið seg vegir millum býir, sjúkrahús, býlingar og, ikki minst, fótbóltsvallir, sum ikki eru nóg nógvir av í landinum.

 

Ali al-Emadi, fíggjarmálaráðharri í Qatar, sigur, at landið ongar ætlanir hevur um sparingar í samband við HM í fótbólti og at fíggjarætlanin til kappingina er vart ímóti sparingum. Tí væntast, at Qatar hevur brúkt yvir eina trilliard tá alt er liðugt bygt.

 

- Vit ætla ikki at spara nú, tí vit halda okkara tíðarætlan og vilja eisini gera tað framyvir, so alt kann verða klárt tá kappingin byrjar, segði al-Emadi við BBC.

 

Tað hóast at Qatar hevur havt tað trupult undir oljukreppuni. Útlitini eru tó bjartari nú tá prísurin er á veg upp aftur.

 

Tað mangla sjálvsagt eisini arbeiðsfólk til eitt so stórt tak og Qatar hevur eisini innflutt arbeiðsfólk í hundraðtúsunda talið. Fyrst og fremst úr Asia. Umstøðurnar, ið arbeiðsfólkið livir og arbeiðir undir eru so ringar, at fleiri hava longu mist lívið í arbeiðnum. Tí er Qatar komi undir stórt trýst frá fleiri altjóða felagsskapum, men teir noktað, at útlendsku arbeiðsfólkini hava tað verri enn onnur arbeiðsfólk hava tað.