Í sendingini, sum byrjar kl. 17 verður fyrst ringt til Svein Tróndarson, formann í kappingarnevndini hjá FSF. Vit fara eisini at hoyra Petur Reinert, altjóða dómara greiða frá mannagongdum í samband við avlýsingum av dystum. Jón Johannesen hjá TB, og Jón Pauli Olsen hjá VB/Sumba vóru saman við liðum sínum komnir alla tað longu til norður um fjørð til fánýtis ígjár. Jón og Jón Pauli verða eisini á tráðnum. Atli Danielsen skoraði sigursmálið hjá Frem í dag, honum fara vit eisini at frætta frá. Jákup Mørk hevur eisini eina samrøðu við Eyðun Samuelsen um Gallaveitsluna hjá hondbóltinum. SMS-skipanin verður opnað, har fótbóltsfjepparnir kunnu siga sína ærligu meining um ymisk fótbóltsviðurskifti.