Í lýsing í Sosialinum 6. november boðaði felagið AG-Kjøt frá, at teir tóku ímóti seyðaskinnum á Toftum nakrar dagar fyrr í hesum mánaðinum. Hesar dagarnar kom væl av skinnum inn, m.a. eini 400 frá flettingarmonnum í Tjørnuvík.
Um vikuskiftið var høvið at sleppa av við skinn á Tvøroyri, Sandi og á Royndarstøðini í Kollafirði. Opið ar frá kl. 10 til 17 á hesum støðum.
- Tá eg tosaði við teir á middegi í dag, var talið farið at nærkast teimum 25.000 skinnunum, segði Alberg Gaardlykke við Portalin stutt eftir middag leygardagin.
Til Polen
Móttøkan av skinnunum verður gjørd eftir eini kunngerð um útflutning av seyðaskinnum og neytahúðum til ES-londini. Henda kunngerðin varð sett í gildi 18. november í fjør.
Millum treytirnar fyri móttøkuni er hon, at skinnini skulu hava ligið í salti í minst 21 dagar.
Aðrar treytir eru, at seyðurin ikki skal vísa nøkur tekin um sjúku, ið kann smitta dýr ella menniskju, ella stava frá garði ella hagaparti har klinisk tekin hava verið um ridluskriða seinastu trý árini.
Alberg Gaardlykke upplýsir, at skinnini verða útflutt til Polen, umvegis ein týskan millummann.