30 ára føðingardagsveitsla í Vestmanna

Føroysku rapp rokk pionerarnir MC-Hár hava seinastu árini livað eina stilla tilveru, men kunnu í ár hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag, og tað verður gjørt í Vestmanna, skrivar teir í tíðindaskrivi í morgun. 

Stovnaðir í djúpu kreppuni í 1991 var bólkurin partur av ljóðmyndini til nítiárini í Føroyum. Fløgan Framvegis uttan vit, gav korrektheitini ein frammaná, og ung í øllum aldrum tóku løg sum Jomfrú rapp, Tú ert deyðir og Andaliga samveru til sín. 

Á Prix Føroyum 99 var MC-Hár farligi avbjóðarin, ið blandaði seg við favorittarnir og vann seg upp á eitt triðja pláss. Hetta gjørdist lopfjølin til tær stóru konsertirnar í høllum kring Føroyar, og sum høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini og á fyrsta G! Festivalinum, umframt luttøku á Spot Festivalinum í Århus. 

Seinastu 15-20 árini hevur bólkurin verið virkin árliga ella hálvárliga, og hevur m.a. spælt á fleiri ólavsøkukonsertum enn nakar annar bólkur, á Summarfestivalinum, í Loppen á Christiania og á flestu føroysku pallum. 

Tað eru tó heili 26 ár síðan, at MC-Hár seinast spældi í Vestmanna á Rock í Føroyum konsert. Tí hevur tað ein nærum siðsøguligan dám, at bólkurin eisini verður við, nú Rokkur í Vestmanna, kanska størsta rokktiltak á árinum, verður á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni. 

Rokkur í Vestmanna er partur av Vestmannadøgunum, ið eru í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september. Les meira um tiltakið og Vestmannadagar annars á vestmanna.fo