30 fólk landa og skilja á Toftum

Tað er nógv virksemi á havnarlagnum á Toftum í dag. Fýra línuskip landa, og harvið er nógv fólk til arbeiðis á Landingarmiðstøð Føroya.

- Fleiri enn tjúgu mans eru upptiknir av sjálvari landingini, og undir taki fáast eini tíggju fólk við at skilja og avgreiða fiskin.

Tað veit Nes kommuna at siga í dag.

- Teir løgdu fyri klokkan seks í morgun, og tað gongur skjótt fyri seg. Eina ferð seint seinnapartin verða øll skipini avgreidd.

Lagt verður aftrat, at Vesturhavið hevur lagt sløk 100.000 pund upp, Stapin 90.000, Mascot 80.000, og Kambur hevur 130.000 pund.

Vesturhavið og Kambur hava longu og brosmu, Mascot hevur eisini longu og brosmu og nakað av hýsu og toski og Stapin, sum hevur roynt vestanfyri, hevur tosk og hýsu. Hinir tríggir hava roynt sunnanfyri.