Hitastigini eru nógv í Bahrain og hetta setur stór krøv til bæðir koyrarar, bilar og dekk. Eisini fýkur javnan sandur inn á breytina. Hetta er enn ein avbjóðing til motorarnar. Allir bilarnir uttan tann hjá Michael Schumacher hava fingið nýggjan motor til hesa koyringina, og hetta kann sjálvandi verða ein trupulleiki hjá heimsmeistaranum.
Renault, sum hava vunnið tvær tær fyrstu koyringarnar sannførandi, skuldu havt góðar møguleikar at gjørt seg galdandi aftur. Men eisini Toyota og BMW/Williams sum kláraðu seg væl í Malaysia eru góð boð uppá vinnarar.
McLaren/Mercedes hesaferð við Kimi Räikkönen og Pedro de la Rosa, settu skjótastu umferðina í Malaysia, og bert ein punktering forðaði Räikkönen í at enda longuri frammi í Malaysia.
Red Bull við David Coulthard og Christian Klien eru einasta liðið sum er endað í stiginum við báðum bilum í báðum koyringum, og koma til Bahrain við fleiri aeorodynamiskum framstigum, serliga Coulthard tykist sum endurføddur, og eigur at verða tikin sum fyri fult.
Formel 1 árið tykist at gerast tað mest spennandi í nógv ár.