300 skúlanæmingar kappast í morgin

Í morgin fara 300 næmingar úr 15 skúlum kring alt landið til Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági

Í morgin fara 300 næmingar úr 15 skúlum kring alt landið til Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági. Hesa ferð eru tað 7. flokkarnir, ið skulu kappast.

 

Skúlafótbóltur er ein nýggj spennandi fótbóltskapping, sum sá dagsins ljós í Vági í heyst. Hetta er ein fótbóltskapping fyri næmingar í fólka- og miðnámsskúlum kring landið.

 

Kappingin hjá 7. flokkunum er eitt tað størsta umfarið, sum hevur verið higartil, tá 300 næmingar fara at spæla fótbólt, bólkaði í dreingir, gentur og blandaði lið.

 

Umframt at spæla fótbólt, so fáa næmingarnir eisini høvið at royna minna klatriveggin í Marghøllini og svimja í Páls Høll. Liðini kappast um at sleppa í finaluna á stóra finaludegnum, sum verður tórsdagin 2. mai.