3000 krónur fyri 10 klikk

Tað kostar yvir 300 krónur at vitja nógvar heimasíður við internetinum á fartelefonini, um tú til dømis ert í Italiu. Vitjar tú so 10 rímiliga tungar heimasíður, tá tú keðir teg við Gardasjógvin í summar, so kann hetta skjótt loypa upp á 3000 krónur

Tú liggur við Gardasjógvin í Norðuritaliu. Klokkan er farin av fýra seinnapartin, og tú ert byrjað at keða teg á strondini. Fartelefonin liggur í liggistólinum, so mann kann altíð kanna, hvat gongur fyri seg í heiminum, tí nú er alt so snilt við fartelefonini.

Tú kannar nakrar heimasíður við tíni fínu iPhone, finnur útav, at tað framvegis er kríggj í heiminum, og at veðrið í Føroyum ikki er nakað at reypa av. Soleiðis kanst tú róliga leggja telefonina frá tær, meðan tú hugsar, at tað ger onki um tú hevur frí, tí heimurin broytist ikki, hóast alt.

Men onkur skal nokk vinna uppá, at tú hevur kett teg og nøktað tín forvitnistørv, tí tá tú kemur aftur til Føroyar, fært tú eina rokning frá tíni telefyritøku á einar 3000 krónur útyvir tað vanliga.

Tú ringir og spyrt, hvat hundin tey billa sær inn at senda tær eina tílíka rokning, og fólkið í telefonini greiðir tær frá, at tú hevur brúkt internetið fyri 3000 krónur niðri við Gardasjógvin. Tí summar vanligar heimasíður kunnu fylla upp til trý megabyte at fara inn á, og tá hvør megabyta kann kosta omanfyri 100 krónur, sum tað konkret ger í Italiu, so kunnu 10 klikk á telefonina merkja 3000 krónur.

Tað sama er galdandi við donglunum, sum nýta sama netverk sum fartelefonirnar.


Fá koma í neyð

Jan Mortensen á Føroya Tele metir, fyrst og fremst, at tað eru rættiliga fá fólk, sum fara av landinum, sum nýta interneti við dongli og fartelefon so øgiliga nógv. Og at tey, sum gera, mest eru niðri í Danmark og í hinum londunum, og har hevur Føroya Tele avtalur við ávísar telefyritøkur um reiking.

Men í hesum støðum skalt tú sjálv syrgja fyri at velja rætta veitaran, so tú mást vera greið yvir, júst hvør veitari er galdandi.

- Vit senda eini smsboð til kundan, tá hann kemur til eitt land, og tí skuldi borið til at vita, hvat er galdandi, sigur Jan Mortensen.

Hetta er ikki ein tænasta, sum Vodafone hevur í løtuni, men Bjarni A. Bjarnason, stjóri, metir hetta vera eitt gott hugskot. Og viðvíkjandi fólkum, sum nýta internet av fartelefon og dongli uttanlands, tekur Bjarni A. Bjarnason undir við, at tey flestu, sum nýta hesar tænastur í dag, eru greið yvir, hvat tey gera.


300.000 í nakrar dagar

Tað finnast tó nøkur verulig dømi um fólk, ið hava nýtt sera nógvan pening í stutta tíð til tílíkt internet.

- Eg haldi tað var stjórin í 3 í Danmark, sum var farin til Týsklands, og hevði nýtt einar 300.000 krónur upp á nakrar fáar dagar uppá tílíkt internet, sigur Bjarni A. Bjarnason.

Eisini føroyingar eru komnir í tílíka støður. Ein kundi hjá Føroya Tele er somuleiðis komin í eina tílíka støðu.

Einaferð í vetur var hesin persónurin farin til Danmarkar og hevði nýtt dongulin á sama hátt sum vanligt breiðband, og hevði tikið eina rúgvu niður av netinum. Tá hann eftir fimm døgum gavst at nýta netið, hevði hann nýtt einar 23.000 krónur.

- Tað kemur sjálvandi fyri, at onkur kemur í trupulleikar, men í hesum førinum valdu vit at rinda ein bróðurpart av hesum, sigur Jan Mortensen á Føroya Tele.


Hava bremsur

Men tað eru bremsur, sum avmarka, nøgdina fólk nýta.

- Vit hava eina skipan, sum tann hjá bankunum, har vit royna at fyribyrgja at ov nógv verður nýtt, tá stuldur kemur fyri. Tí kunnu vit ofta lofta hendingunum, tá fólk ikki eru greið yvir, hvat tey hava nýtt. Vit ringja so til viðkomandi, og soleiðis fáa vit bremsa nýtsluni, greiðir Bjarni A. Bjarnason á Vodafone frá.

Eisini er tað soleiðis, at vanligu fartelefonportalarnir á internetinum sum flags.fo hjá Føroya Tele og wap.vodafone.fo, eru síðir, sum ikki fylla nakað serligt. Tað er eisini soleiðis, at kannar tú bara post, og letur vera við at lata ov tungar postar upp, so brúkar tað heldur ikki so nógv pláss.


Fer at broytast

Í løtuni kann tað vera sera kostnaðarmikið at nýta internet við fartelefonini og við dongli, og serliga iPhone kann koma óvart á, tí hon er í veruleikanum ein lítil telda.

Men soleiðis er ikki ætlanin, at tað skal vera í allari framtíð. Tí ES arbeiðir í løtuni við at gera nakrar lógir, sum syrgja fyri, at tað fer at kosta tað sama hjá øllum telefyritøkum í Evropa, at nýta internetið. Júst á sama hátt, sum hevur verið gjørt við vanligum samrøðum.

- Eg veit ikki, um tað verður í ár ella í næsta ár, men tað verður soleiðis, at tað fer at kosta einar tríggjar krónur fyri hvørt megabyti í øllum Evropa. Hetta er sami prísur, sum er galdandi í Føroyum, greiðir Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone, frá.

Hetta er sjálvandi nakað, vit øll kunnu gleða okkum til, men fram til tá, mugu vit heldur keypa okkum atgongd til hotspots og so framvegis, tá vit eru í feriu og líka skulu staðfesta, at heimurin ikki er broyttur.