30.084 starvsfólk í september — 500 fleiri enn í fjør

Í september vóru 505 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, ein vøkstur á 1,7 prosent.

Hesin vøkstur er javnt býttur millum kynini. Flest starvsfólk arbeiða í almennu vinnugreinunum.

 

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

 

Í september vóru 30.084 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 505 starvsfólk, ella 1,7 prosent, fleiri enn september í fjør. 

 

Í september vóru góðir 15.300 menn og 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru 253 fleiri menn og 252 fleiri kvinnur, sum bæði er ein vøkstur á 1,7 prosent.

 

Niðanfyri er grafur við starvsfólkatølum fyri níggju tær størstu vinnugreinarnar í september í ár og september í fjør. Tvær tær størstu eru "Heilsu- og almannaverk" og "Almenn umsiting og verja", sum báðar eisini hava havt ein vøkstur í starvsfólkaskara. Størsti vøkstur í tali og lutfalli av hesum níggju er í "Landbúnaði, skógrøkt og fiskivinnu" við 86 persónum ella 4,2 prosentum. 

 

Í "Framleiðsluvinnu" og "Byggivinnu" er starvsfólkatalið minkað við á leið 1 prosenti hvør. 

 

##med2##

 

Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, meðan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. 

 

Sum nevnt arbeiða 43 prosent av starvsfólkum í Føroyum undir almennum ræði. Býtt á økini, er býtið tó skiftandi frá 37 til 47 prosent.

 

Meira útgreinaði hagtøl um øki og starvsfólk eru á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

 

 

Um starvsfólkahagtølini

 

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

 

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

 

Orðalýsingar:

 

  • "Undir privatum ræði" fevnir um  "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"

 

Lesið meira á heimasíðuni hjá Hagstovun