B36 og Børge Petersen hava seinnapartin skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.
23 ára gamli klaksvíkingurin skifti úr KÍ til B36 í summar, og hann hevur sum stinnur miðverji higartil verið á besta liðnum 10 ferðir.
-Eg havi kent meg væl í B36-húsinum frá fyrsta degi, og viðspælararnir og fólkini í felagnum hava tikið sera væl ímóti mær. Ambitiónirnar í B36 samsvara væl við mínar egnu ambitiónir, tí vit vilja uppaftur í toppin í føroyskum fótbólti, og eg vil fegin gera mítt fyri, at hetta fer at lukkast, sigur Børge Petersen.
Sambært FaroeSoccer hevur 23 ára gamli Børge Petersen verið við í 10 dystum, síðani hann í summar flutti úr KÍ og til B36. Tilsaman hevur hann spælt 78 dystir í bestu landskappingini, fimm dystir í steypakappingini, ein dyst um Stórsteypið og 15 dystir í europeisku kappingunum.
Tað vil siga, at tað verður dystur nummar 100 í fremstu røð, um Børge kemur á vøllin, tá ið B36 leygardagin í síðsta umfari í landskappingini fær vitjan av FC Suðuroy.
Børge hevur haraftrat verið 17 ferðir á U-21 landsliðnum.