30.400 starvsfólk í mai hetta eru 450 fleiri enn í fjør

Í mai vóru 450 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 1,5 prosent

Hagstovan skrivar, at starvsfólkatalið framvegis veksur, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

 

Í mai vóru 30.377 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 448 starvsfólk, ella 1,5 prosent, fleiri enn fyri ári síðani.

 

Í mai vóru um 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 290, ella 1,9 prosent, fleiri menn, og 160, ella 1,1 prosent, fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør.

 

Stórar kommunur hava størsta vøkstur

 

Tórshavnar kommuna átti um 45 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Harumframt er talið av starvsfólkum serliga vaksið í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu. Lutfalsliga var vøksturin tó størstur í Hovs kommunu við 25 prosentum. 

 

Samanborið við sama mánað árið fyri, er starvsfólkatalið minkað í níggju av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar kommunu.

 

Starvsfólkatalið vaksið tvørtur um landið

 

Býtt á tey sjey økini, sæst at starvsfólkatalið er vaksið í seks av hesum, tá samanborið er við sama mánað í fjør. Tað einasta øki, sum ikki hevði vøkstur, var Norðstreymoyar øki, har talið er óbroytt. 

 

Lutfalsliga var vøksturin størstur í Eysturoyar øki við 2,4 prosentum. Í tali vóru tó flest løgd aftur at Suðurstreymoyar øki.