Gøtu Kirkju Ungdómskóri ger nógv burturúr at gera konsertirnar spennandi og áhugaverdar fyri áhoyrarnar, m.a. gjøgnum kreativar uppstillingar og rørslur.
Kórið skal í Juli luttaka til stóran altjóða kórfestival- og kapping í Preveza í Grikkalandi, har vit skulu framføra 12 kórverk. Tað verða tí hesi kórverkini, ið verða framførd á konsertini, áðrenn tey aftur verða framførd í Grikkalandi.
Kórverkini spenna víða: Alt frá føroyskum sangum til altjóða klassisk meistaraverk, og ikki at gloyma tey frálíka rútmisku verkini, sum kórið hevur lært og dyrka seinasta árið.
Nýggj fløguútgáva sama dag:
Til konsertina verður ætlandi eisini høvi at keypa nýútkomnu fløguna við kórinum, sum inniheldur 4 føroysk kórverk, og 4 Spirituals.
Kirkjukonsertir eru sum altíð ókeypis, men høvi verður til at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.
##med2##
##med3##
##med4##














