324 fermetrar til Scorpions

Alt er nú til reiðar til størsta føroyska rock-brakið nakrantíð. Pallurin, sum Scorpions fara á, er sum fleiri sethús til støddar, og streymnýtslan er eins stór, sum hjá allari Sandoynni - Tað verður nógvur streymur brúktur til ljóð og ljós á festivalinum, og um tað er onkur í Klaksvík, ið situr heima á festivalinum, so er tað helst best ikki at tendra ketilin, meðan Scorpions spælir fríggjakvøldið, sigur Steintór Rasmussen skemtandi.

Saman við øðrum er hann nú í ferð við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til ársins Summar Festival, sum eftir øllum at døma verður tann størsti nakrantíð.

- Tað er í øllum førum nógv, sum bendir á, at talan verður um størsta festivalin nakrantíð. Vit hava selt nógv atgongumerki, og í allar mátar kenna vit ein ovurstóran áhuga fyri festivalinum. Soleiðis verður í ár talan um einar 90 kampingvognar, sum koma til Klaksvíkar, og bæði við bátum og tjaldplássum er talan um tøl, sum vit als ikki hava upplivað áður, sigur Steintór Rasmussen.