330 koppsett í gjár

Nú kvinkar spakuliga uppeftir. 70,6 prosent eru nú liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 330 fólk koppsett fyri koronu. 145 fólk fingu fyrra prikið og 100 fingu tað seinna. 85 fólk fingu triðja prikið.

 

Nú hava 39.503 fólk fingið fyrru koppsetingina. 37.773 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 548 fólk hava fingið trý prik.

 

Tilsamans 77.824 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

 

Tilsamans eru nú 70,6 prosent liðugt koppsett.