Fysioterapeuturin, Petur Allan Klementsen, hevur stovnað fyritøkuna, FysioFokus, við viðgerðarhølum bæði í Vágum og í Sandoynni.

34 ára gamal eigur og rekur FysioFokus

- Eg veit, at eg eri á rættari hill, og eg elski mítt arbeiði. Tað er fantastiskt at hava eitt arbeiði, har tú kanst hjálpa fólki, sigur fysioterapeuturin, Petur Allan Klementsen.

Fysioterapeuturin, Petur Allan Klementsen, hevur stovnað fyritøkuna, FysioFokus, við viðgerðarhølum bæði í Vágum og í Sandoynni.

Í síðstu viku læt 34 ára gamli, Petur Allan Klementsen, sum er ættaður av Sandi, upp tvær viðgerðarstovur til fysioterapi. Onnur er í Miðvági, og hin er á Sandi.

Maðurin gjørdist útbúgvin fysioterapeutur fyri trimum árum síðan. Eina viku eftir, at hann hevði fingið útbúgvingina í hús, fór hann at arbeiða hjá Havnar Fysioterapi, og her hevur hann verið síðan. 

Í hesum sambandi starvaðist Petur Allan eisini á deildini hjá fyritøkuni í Vágum. Fyri umleið hálvum ári síðan búnaðist tankin um at byrja fyri seg sjálvan.

- Eg havi nú stovnað fyritøkuna, FysioFokus, og havi valt at halda fram í Vágum, har eg havi havt við nógv og trúgv viðskiftafólk at gera – og so á Sandi, haðani eg eri ættaður, sigur hann.   

Í byrjanini verður Petur Allan Klementsen einsamallur í fyritøkuni.

- Nú eg eri farin í gongd, havi eg startað alt upp sjálvur. Í Miðvági havi eg bygt mær hølir inni í Vælveru Fitness, sum eru í sama bygningi, har Bónus-handilin í Miðvági er.

Á Sandi eru viðgerðarhølini á adressuni Eystanvegur 10.

Fysioterapeuturin vísir á, at á Sandi er opið mánadag og hósdag frá klokkan 08 og í Vágum týsdag, mikudag og fríggjadag frá klokkan 08.30.

- Síðan tað gjørdist greitt, at eg fór í holt við egna fyritøku, hava longu nógv fólk vent sær til mín, sum ynskja at koma í viðgerð fyri ymiskar trupulleikar, tey dragast við, sigur hann.

Petur Allan Klementsen vísir á, at hóast hann hesi trý árini hevur arbeitt nógv í Vágum og soleiðis hevur havt nógv viðskiftafólk úr oynni, væntar hann at fáa nógv at gera í Sandoynni eisini.

- Jú, eg vænti faktiskt, at tað verður líka nógv at gera í báðum støðum – í fyrsta lagi tí, at viðgerðin er góð, men eisini tí, at fólk í lokaløkinum eru loyal. Tá tey kunnu fáa viðgerðina her, er eingin orsøk at fara av oynni, heldur hann fyri.

Hann væntar, at tað, sum fer at dríva verkið og fer at gera, at fólk fara at brúka FysioFokus, verða tær upplivingar og afturmeldingar, sum fólk, ið koma í viðgerð, hava heim aftur við sær.

- Tá fólk hava góðar upplivingar og síggja, at viðgerðin hjálpir, breiða ringarnir seg skjótt í vatninum, sigur Petur Allan Klementsen.

Tað ein fyrimunur fyri hansara fyritøku í Vágum, at viðgerðarhølini eru í sama bygningi sum Vælveru Fitness er, og haraftrat kemur, at nógv fólk í Vágum, sum hava gingið til fysioterapi, kenna hann.

- Við tað, at vælvera og fysioterapi eru undir sama taki, ger, at fólk, sum eg havi í viðgerð, eisini kunnu brúka fitness-hølini, eins væl og fólk, sum ganga í fitness og hava onkrar trupulleikar at dragast við, kunnu leita sær til mín.

Petur Allan sigur, at fólk, sum koma í viðgerð, oftast hava eina ávísing frá lækna, og tá rindar Heilsutrygd helvtina av rokningini.

- Fólk kunnu eisini koma her, og vísir tað seg, at tey hava ein trupulleika, sum læknin metir eigur at viðgerast, kunnu tey fáa ávísingina frá læknanum.

Petur Allan Klementsen vísir á, at útbúgvingin sum fysioterapeutur er eitt, men uttan at taka ymisk skeið, sum kunnu knýtast til og stuðla undir útbúgvingina, hevur tú eftir hansara tykki ikki nóg mikið í viðførinum.

- Tí havi eg eisini verið á fleiri skeiðum, eitt nú McKenzie A og McKenzie B, Dynamic Tape, sum skeiðið verður rópt, og eg havi eisini verið á akslaskeiði og skeiði í kroniskari pínu.

Hann sigur, at ein stórur partur av teimum, sum leita sær til fysioterapi, hava ryggtrupulleikar.

- Á McKenzie-skeiðunum lærir tú eitt nú at sjúkugreina, og her er tað serliga nakki, ryggur, miðryggur og lendar, tú lærir meira um, sigur Petur Allan Klementsen.

Tað var meira tilvildin, sum gjørdi, at hann fór at læra til fysioterapeut.

- Eg vildi arbeiða við onkrum, sum hevði við kroppin at gera, tí eg vildi vita, hvussu kroppurin virkar. Hvat hendir, tá kroppurin eitt nú verður ovbyrjaður? 

Tá var tað, at onkur segði við unga mannin, at tá hetta var hansara áhugi, skuldi hann fara at lesa til fysioterapeut.

- Í dag veit eg, at eg eri á rættari hill, og eg elski mítt arbeiði. Tað er fantastiskt at hava eitt arbeiði, har tú kanst hjálpa fólki og gera fólk glað við eitt nú at linna um pínu, sigur Petur Allan Klementsen.

Fysioterapeuturin, Petur Allan Klementsen, hevur stovnað fyritøkuna, FysioFokus, við viðgerðarhølum bæði í Vágum og í Sandoynni.