Í hesum døgum er heimsjamboree, fyri skótar úr øllum heiminum, í Svøríki. Í tí sambandi eru 29 skótar og leiðarir úr Føroym á skótalegu millum 39.000 aðrar skótar úr 150 londum. Hetta er 22. legan av hesum slagnum og hetta er tann størsta nakrantíð.
Legan var sett hin 28. juli, so skótanir náddu tíverri ikki Ólavsøkuna, men kortini varð hon feirað á Rinkaby Mark í Søríki. Skótarnir hittust eina stutta løtu í danska høvuðskvarterinum, har teir slóu í ring og tey vaksnu hittust seinni um kvøldið til eina hugnaløtu.
Føroyska húgvan væl umtókt
Tað er vanligt hjá føroyskum dreingjum at hava føroysku húgvuna við tá teir fara uttanlands við skótunum og tað eru 6 av slagnum her á jamboreeini. Hon sæst væl aftur í fjøldini og er sera væl umtókt av luttakarunum úr hinum londunum. Tað er skótasiður at skifta um merkir og landseyðkenni á altjóða legum, og er føroyska húgvan eitt av tí við hægsta kursinum. Ungu menninir, sum eru við, sum ISTarir (international service team) eru fáa nógvar umbønir um at skifta um við eitthvørt annað, men enn hevur eingin tikið av.
Eisini eru føroysku skótamerkini sera væl umtókt. Av tí at vit eru so smá eru ikki so nógv av okkara merkjum prentaði og hetta ger okkum sera eksotisk fyri umheimin og setur høan kurs á okkara merkir og vit kunnu í summum førum fáa fleiri merkir fyri at geva eitt.
Norðurlendskt merki
Á 22. heimsjamboree eru sum áður nevnt skótar úr 150 londum og har eru sera nógvar ymiskar mentanir at síggja og nógv mál at hoyra.
Tey norðurlendsku høvuðskvarterini ganga saman um eitt merki, sum luttakarar og gestir á jamboreeini kunnu taka. Tað ein skal gera fyri at fáa merkið snýr seg um norðurlond, soleiðis at aðrar tjóðir kunnu læra nakað um norðurlond. Nøkur av punktunum eru spøl og at siga okkurt á teimum norðurlendsku málunum.
Hetta merkið er væl umtókt og við einari viku eftir av jamboreeini eru einans 1.000 merkir eftir.