Tey sum vóru í EM-høllini í Oslo tann dagin Føroyar skuldu spæla triðja EM-bólkadystin móti Slovenia 20. januar, sóu undan dystinum millum Slovenia og Føroyar, eisini dystin millum Montenegro og Sveis.
Føroysku áskoðararnir vónaðu, at Montenegro sum hevði mist møguleikan at vinna seg víðari EM-millumumfarið fór at stríðast manniliga móti Sveis. Men tað hendi so ikki. Montenegro tapti heili 28-45 fyri Sveis, og munaði 37-24 sigurin hjá Føroyum á Montenegro ov lítið. Slovenia endaði á seks stigum, og Sveis og Føroyar endaðu bæði á trimum stigum. Sveis hevði málmunin pluss 14 og Føroyar høvdu málmunin pluss 10, og okkara sluppu ikki víðari til EM-millumumfarið.
Nógvir føroyskar áskoðarar høvdu sæð leikarar hjá Montenegro tikið sær av løttum undan dystinum móti Sveis.
Men tað loysti seg ikki hjá Montenegro at gerast nummar fýra í EM-bólki 4 í Oslo. Tí tað merkti, at teir ikki blivu styrkismettir til HM-undankappingardystirnar.
Og hvønn møttu teir í HM røkkstøkk dystunum? Slovenia. Slovenia vann fyrst á útivølli 29-28 á Montenegro, og sunnudagin vunnu teir á heimavølli 31-29, og sostatt ein samanlagdan 60-57 sigur. Montenegro sleppur sostatt ikki til HM. Høvdu teir knógvað triðja plássið í okkara EM-bólki, so høvdu teir fingið eitt munandi betri lutakast. Sum danir plaga at taka til: "Af skade bliver man klog, men sjældent rig."
Sveis, ið vann 45-28 á Montenegro frammanfyri nógvum føroyskum áskoðarum í Oslo vann seg heldur ikki til HM-endaspælið. Sveis vann í fyrra HM røkkstøkk dystinum á heimavølli 32-29 á Italia. Men ígjár vann Italia í seinna HM røkkstøkk dystinum á heimavølli 38-31 á Sveis, og harvið ein samanlagdan 67-63 sigur. Longu í steðginum var Italia á odda 20-12.
Saman við Føroyum vóru Grikkaland søguskrivararnir. Bæði hava vunnið seg til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð í søguni.
Grikska bragdið gekk útyvir Niðurlond, ið var í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum í undanfarnu undankapping. Okkara leiktu javnt 32-32 móti Niðurlondum við Tjarnir, og megnaðu í Almeide uttanfyri Amsterdam at vinna 32-31.
Grikkaland vann í fyrra HM røkkstøkk dystinum á heimavølli 29-27 á Niðurlondum. Tey flestu væntaðu, at Niðurlond fóru at venda gongdini á heimavølli, men soleiðis bleiv ikki. Grikkaland vann 38-33 á Niðurlondum í seinna HM røkkstøkk dystinum, og harvið ein samanlagdan 67-60 sigur á Niðurlondum.
Eisini var tað rættiliga óvæntað, at Serbia vann ein samlaðan 61-60 sigur á Ungarn.
Í øðrum røkkstøkk uppgerðum vann Frakland greitt 73-57 á Kekkia, og Norðurmakedonia vann 69-47 á Slovakia.
Noreg, ið vit vóru í EM-bólki við í 2024 vann eisini samlað greitt 80-60 á Turkalandi.
Pólland, ið vit eisini vóru í EM-bólki í 2024 vann samlað tepurt 56-55 á Eysturríki, ið er seinasta manslandsliðið sum vann ein kappingardyst í Føroyum.











