VIDEO: Andrias bjargaði nakrar ferðir á strikuni - og gjørdi sjálvmál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Inter Milan-Hellas Verona 1-1 (0-0)

Í 47. minutti avrættaði Andrias Edmundsson, verjuleikari hjá Hellas Verona eitt skot, ið fór í netið til 1-0 til heimaliðið, Inter Milan. Talan var um svarta óeydnu á San Siro leikvøllinum.  

 

Men seinni var eydnan blíð við Hellas Verona. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fangaði Kieron Bowie ein leysan bólt í brotsteiginum hjá Inter, og hann sendi hann í netið til javnleik 1-1.

 

Andrias er besti leikarin í dystinum hjá bæði Sofascore og Soccerstand. Sofascore gevur Andriasi karakterin: 8,3, og Soccerstand gevur Andriasi karakterin: 8,2 (av 10 møguligum). Sera flott avrik hjá føroyska landsliðsbakkinum, sum í nøkrum førum bjargaði á málstrikuni. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Andrias sæst bjarga Hellas Verona í nøkrum støðum:

 

##med2##