Martin Kristoffur Kristiansen hevur lagt nakrar reglur saman við myndum út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu um ódnartøkini, sum vóru á Eiði í gjár.
- Nógv fólk vóru savnað á havnarlagnum, har spenningur var í luftini til hetta søguliga tiltak, sum fyrstu ferð var á Eiði.
Í frásøgnini vísir hann á, at tað hevði hug at dropa, men annars var veðrið av tí allar besta.
Spenningurin var sum vera man øgiligur millum fjøldina.
- Fyri eiðisfólk gjørdist úrslitið nakað at gleðast um, tá Kellingin (gentur 17-18 ár), Flógvin, og Flógvin (barnaróður/ dreingir) hjá Eiðis Róðrarfelag vunnu bronsu.
Lagt verður aftrat, at kommunan ynskir Eiðis Róðrarfelag hjartaliga tillukku við úrslitinum og væl frágingnað tiltakinum.
Her niðanfyri eru nakrar myndir, sum Martin Kristoffur Kristiansen hevur lagt út saman við sínari frásøgn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















