Í samrøðuni við amerikanska sendiharran í Keypmannahavn, Ken Howery, verður hann eisini spurdur um viðurskiftini við Grønland. Ken Howery er nú farin til Grønlands saman við serliga sendimanninum hjá Donald Trump, foresta, Jeff Landry, sum vit skriva um aðrastaðni her á in.fo
Spurdur um ætlanirnar hjá Donald Trump, forseta, at yvirtaka Grønlandi, svarar hann:
– Málið hjá Trump-stjórnini er at hava eitt gott og sterkt partalag við alt tað danska kongsríki. Tað eru í løtuni diplomatiskar tingingar um Grønland.
– Ein »High Lewel Working Group« situr og arbeiðir, men tað er á diplomatiskum stigi, og málið hjá okkum er at hava góð viðurskifti og sterk bond við trygd, handli og íløgum. Hetta er galdanndi bæði fyri Føroyar og Danmark og alt kongsríkið sum heild, sigur Ken Howery millum annað við Sosialin.
– Eg haldi, at vit eru í eini góðari støðu. Tær raðfestingarnar verða gjørdar á ambassaduni í Keypmannahavn.
Meðan Ken Howery er í Grølandi fer hann eisini at lata upp nýggju hølini hjá amerikanska konsulátinum í Nuuk.











