VIDEO: Soleiðis tryggjaði Viborg sær bronsu í European League

(Video) Her er ein samandráttur frá bronsudystinum Viborg-MOL Esztergom 35-30 (19-13)

Mynd: Viborg HK

Tað eydnaðist Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg at vinna 35-30 á ungarska liðnum, MOL Esztergom í dystinum triðja plássið í EHF European League. Tað gekk serliga væl hjá Viborg í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru tær á odda 19-13.

 

Jana skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.

 

Franska vertsliðið, Dijon vann finaluna við 29-25 sigri á týska liðnum, Thüringer, ið vann 26-24 á Viborg í hálvfinaluni.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá 35-30 sigrinum hjá Viborg á Esztergom. Jana sæst móti endanum av brotinum skjóta eitt flott mál:

 

##med2##

 

Mynd: Viborg HK