40 ár síðani White Album

Tað eru í dag 40 ár síðani The Beatles komu út við The White Album. DR1 sendir í hesum sambandi konsert í løtuni, har Teitur er við. DR1 ger nógv burturúr degnum, og sendir í løtuni stóra konsert, har tónlistafólk framføra sangir av plátuni.

Teitur Lassen er ein teirra, ið er á pallinum.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir konsertina klokkan 23:45.