40 ára gamal rennur undan øllum hinum

Brøndby spældi sunnudagn AGF sundur og saman, og hóast FCK vann fyri triðju ferð á rað, so bendir lítið og einki á, at nakar skal gera nakað við oddaliðið

SUPERLIGAN

Sunnudagin mintust teir í Brøndby, at tað nú eru fjøruti ár síðani, at felagið varð stovnað. Frammanundan 1964 vóru Brøndby Øster og Brøndby Vester í drápiligum stríði um, hvør átti besta fótbóltsfelagið í hesum økinum vestanfyri Keypmannahavn. Bæði feløgini droymdu um at flyta upp í divisiónirnar og kanska at gera seg galdandi í kappingini millum tey bestu. Men tað gekk ongan veg.
Í 1964 varð ásannað, at um nakað skuldi spyrjast burturúr, so var í fyrsta lagi neyðugt at leggja feløgini saman og síðani at syrgja fyri, at fyritreytirnar at venja og spæla dystir undir vórðu betraðar. Formaðurin í samanlagda felagnum, Keld Rasmussen, gjørdist borgarstjóri, og síðani í 1973 hevur Per Bjerregaard, sum nógvu tey fyrru árini eisini var kommunulækni, verið stjóri í felagnum. Kommunan og Brøndby IF hava arbeitt væl saman. Kommunan syrgdi nógvu tey fyrru árini fyri karmunum, og felagið flutti við ferð og aftur og aftur upp.
Brøndby var felagið, sum frammanundan øllum hinum gjørdi danska liðfótbóltin professionellan. Teir vórðu meistarar fyrstu ferð í 1985. Í alt hevur felagið vunnið DM níggju ferðir, og nú kappingin er meiri enn hálvrunnin bendir alt á, at felagið skal vinna meistaraskapin fyri tíggjundu ferð. Við róðrið er Michael Laudrup. Hann var fyrsti landsliðsspælarin hjá Brøndby, og hann er kendasti spælarin, sum hevur umboðað felagið og ein tann kendasti og kanska tann kendasti av øllum donskum fótbóltsspælarum nakrantíð.
Sunnudagin hevði Brøndby vitjan av AGF, og í besta Laudrup stíli vant heimaliðið burturúr gestunum. Úrslitið var 4-0. Brøndby sýndi satt meistaraspæl, og teir høvdu málmøguleikar at vinna uppaftur trivaligari sigur.

Hita undir grasið
Í Danmark var tað hálvgun vetrarveður sunnudagin. DBU hevur latið feløgini vita, at tey skulu syrgja fyri, at tað verður hiti lagdur í fótbóltsvallirnar, har superligu liðini spæla. Í Brøndby og fleiri øðrum feløgum hava teir langt síðani syrgt fyri hesum. Aðra staðni, har tað ikki eru so nógvir pengar ella har hugburðurin er ein annar, enn hann eitt nú er í Brøndby, hava kommunurnar ikki hildið seg havt ráð til hetta arbeiðið.
Nú sigur DBU, at tað er einki sum eitur. Um tað í framtíðini ikki fer at bera til at spæla, tí frost og kavi verður á vøllunum, so fara feløgini at missa heimavøllin. Hetta leggur trýst á kommunurnar, sum ivaleyst fara at finna pengarnar til at leggja hitarør undir grasvallirnar.
Sunnudagin vórðu tveir dystir útsettir orsaka av frosti. Talan var um botndystin í Silkeborg, har FCN vitjaði, og um dystin í Randers, har Viborg vitjaði.

Tríggjar á rað
FCK vann aftur, og fyri triðju ferð á rað megnaðu teir at halda mótstøðuliðnum frá at gera mál. Stóri maðurin í 4-0 sigrinum á heimavølli móti AaB var Peter Møller. Barndómsfelagið hjá honum var AaB. Har spældi hann fyrstu árini á besta liðnum. Síðani hevur hann spælt við Brøndby og FCK, og sunnudagin var hann fyri 300. ferð í dysti í bestu deildini. Ofta verður sagt, at jubilarar spæla ikki væl. Hetta ber ikki til at siga um Peter Møller. Hann skoraði trý av teimum fýra FCK málunum.
Í FCK siga teir seg ikki hava mist mótið um, at tað skal bera til at vinna triðja DM á rað. Men Peter Møller, sum hesa ferð hevði Jesper Bech undir liðini í FCK álopinum, ásannar, at tað skal ganga út av lagi illa hjá Brøndby, um teir ikki skulu vinna DM. Brøndby er tíggju stig frammanfyri FCM, og teir eru fjúrtan stig frammanfyri FCK. Í FCK harmast teir um, at vetrarsteðgurin er so stutt burtur, nú tað av álvara er komið glið á hjá teimum.
Leygardagin hevði FCM vitjan av Esbjerg. Talan var um kanska bestu uppgerðina yvirhøvur í hesum kappingarárinum. Heimaliðið vann 4-3, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2-0 og aftanfyri 3-2.
OB vann 2-0 á FCN, sum harvið framvegis er rættuliga hótt av niðurflyting.