Leygardagin 7. mai verður høvi hjá fólki at stuðla tveimum verkætlanum hjá Bláa Krossi, tá ið bússur verða bornar út í øll hús í landinum.
Áttanda árið á rað skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan. Ein føroysk og ein útlendsk verkætlan verða stuðlaðar. Í ár verður innsavningin leygardagin 7. mai.
Føroyska verkætlan er Øll hava rætt til góð barnaár, ið er ein verkætlan, sum Blái Krossur hevur havt í nøkur ár.
- Vit bjóða børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar, sigur Frants Jensen, aðalskrivari í Bláa Krossi. Tveir bólkaleiðarar taka sær av hesi uppgávuni. Hetta er til sera stóra hjálp hjá børnum og ungum í hesi støðu.
Hin verkætlanin er í Grønlandi. Næstan ein triðingur av øllum grønlendskum børnum veksur upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum. Og ein triðingur av gentunum eru kynsliga misnýttar. Blái Krossur í Føroyum samstarvar við Bláa Kross í Danmark og Grønlandi at gera nakað við støðuna. Ein barna- og ungdómsráðgevi er settur í starv, sum ferðast runt í Grønlandi at menna tað sjálvbodna arbeiði at hjálpa hesum børnum og ungu. Millum annað er ymiskt virksemi, túrar og legur á skránni.
Í seks ár á rað hevur Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini hvørt summar virkað í nakrar vikur í Nuuk. Toymið kom skjótt í samband við Bláa Krossi í Grønlandi, og hevur havt eitt ávíst samstarv við tey síðani. Toymið gjørdi eisini vart við støðuna yvir fyri danska Bláa Krossi, ið tá ikki hevði gjørt nakað í Grønlandi í áravís. Og tað hjálpti at gera vart við støðuna, tí síðstu árini hevur danski Blái Krossur lagt meira orku í arbeiðið í Grønlandi. Umframt at seta og fíggja eitt starvsfólk, hava teir m.a. eisini fingið til vega stuðul til at gera ábøtur á gomul blákrosshús í seks býum í Grønlandi. Talan er um húsini í Nuuk, Sisimiut, Illulissat, Maniitsoq, Aasiaat og Paamiut. Hesi húsini skulu eisini brúkast til áðurnevnda virksemi fyri børn.