Tað hevur altíð verið stórur áhugi í Havn fyri at velta og at hava urtagarð og er tað ein sonn frøði at síggja teir nógvu vøkru urtagarðarnar sum nú standa í fullum blóma. Kinverski heimsspekingurin Konfutze skrivaði á sinni, at um ein vil verða eydnusamur alt lívið skal ein fáa sær ein urtagarð, rætt hevur hann og innan mind-fullness rákið er áhugin fyri urtagarðsterapi skjótt vaksandi.
Tey eydnusomu sum hava eina trøð ella urtagarðsstykki hava stóra gleði av hesum, søtur er sjálvgivin biti um tað so eru eplir, røtir, grønmeti, seyður, gæs og dunnur og hvat annars kann fáast burturúr sum hugurin er til.
Tó er í løtuni ein bíðirøð hjá Býráðnum har umleið 400 fólk hava umsóknir liggjandi – summar fleiri ára gamlar – um at fáa til leigu eina trøð ella jarðarstykki. Hetta er ikki ílagi og skal tað verða lættari, smidligari og minni bureaukratiskt at fáa jørð til leigu, hon trýtur so ikki í okkara kommunu. Tað eru framvegis nógv hóskandi økir til taks td., úti í Havnardali, á Vatnaskørðum, Ovara Ternuryggi, í Kaldbak og í Kollafirði. Brúksskylda eigur at fylgja við slíkum stykkjum og skal jørð ikki sleppa at liggja ónýtt.
Nevnast kann, at vit innflyta omanfyri 4.000 tons av eplum og annað grønmeti fyri eitt virði omanfyri 50 mio árliga ! Tað er stórur marknaður fyri alt føroyskt grønmeti og eigur hetta eisini at eggja fólki til at fara undir at velta við sølu fyri eyga. Heimildirnar hjá Plantustøðini í Hoydølum eiga at víðkast so hon kann fara undir grønmetisframleiðslu í nógv størri mun enn hagartil.
Tjóðveldisflokkurin fer at fáa bíðilistan til traðir burtur og fjølga um alt grønt í Havnar Kommunu.