400 ungdómar í Gundadali

Adidas Summar Cup fer av bakkastokki í morgun kl.10.00.

Í morgun fer Adidas Summar Cup av bakkastokki í Gundadali, har allir tríggir fótbóltsvallirnir verða nýttir at skapa karmar um hesa summarkappingina, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Ætlanin er, at tiltakið skal vaksa og fóta sær sum ein árliga afturvendandi kapping.

Kappingin verður fyri aldursbólkarnar U6 til U16/U17, og kappast verður bæði hjá gentum og dreingjum. Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt tiltaksøki, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna og stuttleika sær saman við vinum og kenningum millum dystirnar. Á tiltaksøkinum verður millum annað hoppiborg, brotssparkskapping, gøtu-fótbóltur og blinda-fótbóltur.

Vit frætta frá fyrireikarunum, at nú tilmeldingarfreistin er farin og klárt er at seta í gongd, hava 62 lið og umleið 400 leikarar teknað seg til kappingina. Fyrireikararnir siga, at teir vóna at síggja nógvar áskoðarar til kappingina og vísa á, at tað er ókeypis atgongd.

Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at seta kappingina. Hetta fer fram á Ovara Vølli kl.10.00.